Ætlanin var, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, og palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, skuldu hava fund í Fraklandi seinast í hesum mánaðinum, men nú er fundurinm útsettur.
Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, hevði boðið teimum báðum leiðarunum til Fraklands saman við egyptiska forsetanum, Hosni Mubarak, har teir skuldu fyrireika ein toppfund um Miðeystur.
Umsitingin hjá Netanyahu sigur, at partarnir eru samdir um at útseta fundin, og palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, váttar fyri Jerusalem Post, at fundurin í París er útsettur.
Viðurskiftini millum Ísrael og palestinararnar eru versnað teir seinastu dagarnar, tí ísraelsku myndugleikarnir hava gjørt av at byggja 238 íbúðir afturat í Eysturjerusalem.