NSÍ?HB 3?2 (1?1)
2. deild
Úrslitið var tað sama, tá HB í góðveðrinum leygardagin var í Runavík, sum tað var, tá teir í fyrsta umfarinum spældu ímóti ÍF. Munurin var tann, at meðan HB vann 3?2 á ÍF, so taptu teir 3?2 ímóti NSÍ.
Mest merkisvert var tað, at Abraham Løkin var at síggja á miðvøllinum hjá NSÍ. Hann hevur einki vant, men seint í síðstu viku vórðu ætlanirnar um, at hann leygarkvøldið skuldi vestur í Vágar við 5. deildarliðnum broyttar til, at hann skuldi á miðvøllin í 2. deild.
Abraham hevur so at siga hildið dystarvektina. Hann hevur royndirnar, og hóast hann onkuntíð hevur tuskað meiri, enn hann gjørdi hesa ferð, so megnaði hann mitt á miðvøllinum at ávirka spælið heilt nógv. Tað skuldi ikki undrað, um Abraham um heilt stutta tíð verður at síggja á besta liðnum hjá NSÍ.
Millum teir, sum leygardagin tuskaðu nógv við Løkin vóru tvíburðarnir Jan og Ken Nónklett. Tað var Jan, sum varð feldur, tá NSI fekk brotsspark, og Bergur Hansen umsetti til 1?0.
Bogi Midjord átti hornasparkið, tá HB javnaði. Men tað var NSÍ málverjin, sum gjørdi sjálvmál, tá hann var so óheppin at sláa bóltin í málið.
NSÍ var nógva av tíðini omaná, men HB var alla tíðina vandamikið. Ingi Rasmussen var góður á miðvøllinum, og Gunnar Mohr lúrdi alla tíðina.
Stutt eftir steðgin legði Áki Leitisstein Hansen heimaliðið framum aftur, tá hann fór sjálvur. Gunnar Mohr javnaði, tá hann gjørdist leysur í høgru í brotsteiginum og smekkaði í handara síðunetið, men NSÍ megnaði at fáa sigursmálið. Eftir langt skift úr høgru stútaði Bergur Djurhuus við handara uppstandara og í stólparótina. Bólturin fór aftanfyri málverjan, sum hevði tveitt seg, og Jan Nónklett var fyrstur á returinum.
HB royndi at leggja trýst á fyri at javna, men teir megnaðu ongantíð rættuliga at leggja trýst á NSÍ málið, har Jákup Martin Hansen eftir steðgin loysti Anfinn Thomsen av. Lítil ivi man vera um, at bæði NSÍ og HB fara at skava nógv fleiri stig saman.