Í dag 20. juli verður Absalon Absalonsen, ættaður úr Vági, búsitandi í Havn, 70 ár. Umframt so nógv annað, hevur Absalon fyrst og fremst verið sjómaður. Hann hevur verið á sjónum síni 50 ár, og teir eru ikki nógvir sum klára tað.
Pápi Absalon var Marius Absalonsen, ættaður av Viðareiði, sum eisini var ein royndur fiskimaður. Mamman var Frida f. Mikkelsen, ættað úr Vági.
Eina tíð undir krígnum búðu tey í Skálavík. Marius sigldi við Norðbúgvanum, har Esmar Fuglø var skipari. Men at búgva í Vági og sigla norðanfjørðs bar illa til sum ferðasambandið var til Suðuroyar tá. Tá lá tað nógv betri fyri at búgva í Skálavík, so gott ferðasambandið var í Sandoynna! Her kann verða nevnt, at Marius eisini var við Ananu mitt í 30-unum, har samlaða manningin var um 160. Hetta er fremsta átak á sjónum, sum hevur verið í Føroyum.
Absalon fór fyrst í realskúla í Vági, og so fór hann til skips. Hann fór fyrst sum messudrongur, síðan sum dekkari við trolaranum Fiskanes, sum tá var okkara flaggskip, nakað sum Norðborg í dag. Hesir fiskimenn fingu seg ofta royndar og hetta var ikki minst galdandi í januar 1959, tá ið Fiskanes var á somu leið sum Hans Hedtoft, og var Absalon eisini við tá. Manningin fekk fyri sín leiklut í leitingini av Hans Hedtoft viðurkenning frá KGH.
Men Fiskanes fekk eisini nógvan fisk, og tað var tiltikið, hvussu strævið tað var við hesum trolarum. Hetta var annars høvið til at lógfesta vaktarskipan umborð á trolarum, har teir skiftisvís arbeiddu og høvdu frí seks tímar.
Absalon hevur roynt nógv annað á sjónum. Hann sigldi sum skipari og búði í Grønlandi í fleiri ár. Hann letur væl at grønlendingum.
Hann var skipari á Jógvan á Gørðunum, einum av teimum stálínuskipum, sum vit fingu so nógvar av fram í 60-unum. Eitt skifti hevði hann eisini sluppina Sæborg, sum var keypt úr Lorvík.
Seinast í 60-unum varð Absalon skipari á Borgini. Teir royndu fyrst í Grønlandi, har teir eina ferð høvdu ein ringan túr heim. Teir fingu ein ringan sjógv, sum breyt alt omanav dekkinum. Telefonin fór eisini, og teir noyddust inn á Reykjavík.
Um hesa tíðina fóru menn at síggja møguleikar við ídnaðarfiski. Borgin var eitt av teimum fyrstu skipunum, sum fóru at royna hesa veiðu. Hetta vóru skip, sum vóru bygd til heilt aðra veiðu, men hesi skipini vístu, at hetta bar til.
Skjótt vóru skip bygd til endamálið, og vit fingu skjótt tíggjutals skip á ídnaðarveiðu. Hesin fiskiskapur kom at gerast sera týdningarmikil, tá ið vit komu inn í 70-ini. Her kom Absalon í felagsskap við Hera Hjelm, sum eisini hevði víðskygni á hesum øki. Teir keyptu Bjarnoy, sum var ein av teimum nógvu ídnaðarskipunum. Hesi tóku tó ikki so nógvan fisk í lastina. Tí kom hugskotið um størri skip, og hetta gjørdist gamli portugalstrolarin Vágbingur. Hetta førdi aftur til hugskotið at lata ídnaðarfiskin koma Suðuroynni til gagns, og fingu teir bygt fiskamjølsvirki í Lopra.
Men við ídnaðarfiski var tað kanska meira enn við fiskivinnu annars, at tað gongur upp og niður, og tá niðurgongdin kom varð lítið eftir av hesi vinnu. Bjarnoy 2/Vágbingur gjørdist annars sjónleikarskip í Stockholm!
Tá var rækjuveiðan meira í hæddini, og bygdu teir Svalbard, sum teir høvdu í nøkur ár, tá tað eisini her fór at ganga niður á bakka.
Absalon var kendur at vera sera góður at vera saman við sum skipari. Ein sumbingur segði einaferð við mammuna Fridu, at Absalon var besti skipari hann hevði verið saman við. Sinni var ikki skapt í honum.
Sjóvinnan hjá Absalon endaði so við, at hann eitt skifti var við South Island og síðan sigldi hann við hollendskum veitingarskipum til hann gavst fyri nøkrum árum síðani.
Absalon hevur eisini dámt at rógva út. Hann hevur róð út við Aksel (Thorsteinsson) hjá Jóin og hevur eisini verið formaður á útróðrarbátinum Albert Victor.
Annað enn sjógvur
Absalon hevur havt annað á skránni enn sjógvin. Hann hevur skrivað ein hóp. Absalon hevur givið út væl umtóktu skaldsøgurnar Hjálpt úr Neyð og Sodnhúsfólkini, sum hava evni frá gomlum døgum í Føroyum. Her hevur Absalon verið so heppin at hava livað saman við ommuni og abbanum í Vági, sum vóru sera søgufróð, og sum hava givið íblástur til hesar skaldsøgur, sum tískil eisini eru grundaðar á veruligar hendingar.
Síðan gav hann út ævisøguna hjá kenda skiparanum Jóan Petur hjá Mouritsi. Henda bók er eitt virðismikið íkast til okkara fiskimannasøgu. Bókin er sera umfatandi og í henni eru nevnd ikki færri enn 155 skip og 735 persónar.
Tí er tað ofta, tá sóknast verður eftir onkrum upplýsingum um skip og menn, at teir finnast í hesi bók.
Tað seinasta skrivliga avrikið er týðingini av bókini um Titanic “Ein minnilig nátt,” sum upprunaliga kom í 1956. Nú filmar verða gjørdir, har nógv íspinn er í søguni, kann tað vera gott at fáa eina bók um hesa hending, sum heldur seg til verunleikan.
Absalon dugur eisini at yrkja, og okkurt yrkingasvn er komið út.
Hann hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og var nógv ár løgtingsvalevni í Suðuroynni hjá Sjálvstýrisflokkinum
Seinastu tíðina er Absalon eisini kendur sum vertur á Torginum í Rás 2, har hann hevur sýnt gott hegni at fáa gestir at greiða frá teirra lívi bæði á tí tímiliga og andaliga økinum.
Eins og foreldrini hevur Absalon alla sína tíð verið virkin í Brøðrasamkomuni í Vági, í Nuuk og nú í Havn.
Absalon er giftur við Elsu f. Weihe av Selatrað. Hon er dóttir Andreu og Lassen Weihe. Børnini eru Árni, Laila, Bjarni og Ragnar. Systkini eru Óluva, John, Hanna, Anna Gretha og Ólavur.
Føðingardagurin verður hildin í Danmark. Hiðani verður ynskt hjartaliga tillukku.
ó.