Absalon í Smiðjuni

Hósdagin 10. desember kl. 16 letur ein listaframsýning hjá Absalon Absalonsen upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Talan er um eina framsýning við 35 akrylmálningum, har myndevnini eru sera ymisk, alt frá landsløgum, skipum og grindadrápi til abstaktar málningar.


Absalon hevur áður havt sjálvstøðugar framsýningar, og hetta er aðru ferð, at hann er í Smiðjuni.

Framsýningin er opin til og við mikudagin 16. desember. Opið er frá kl. 10-19, tó sunnudagin er opið frá kl. 14-18 og mikudagin frá kl. 10-12.