Absalon umsett bók um Titanic

Um eina góða viku kemur nýggj og áhugaverd bók í bókabúðirnar. Hetta er ein bók um skipsvanlukkuna við Titanic, sum fyrrverandi skiparin og rithøvun

Titanic

 

Í nógv ár sigldi Absalon Absalonsen sum skipari, men seinnu árini hevur hann fingist nógv við at skriva.

Fyrsta bókin hjá honum kom út í 2004. Hetta var skaldsøgan “Hjálp úr neyð”, sum er útseld, og árið eftir kom framhald av hesi bók, sum rithøvundurin kallaði “Sornhúsfólkini”. Báðar hesar bøkurnar eru so gott sum útseldar.

Seinasta bókin undan hesari, sum nú kemur í bókasølurnar, var bókin “Jóan Petur hjá Mouritsi”, sum kom í 2006.

Henda bókin varð seld í umleið 2.000 eintøkum.

 

Um Titanic

Nú kemur so rithøvundurin við bókini um Titanic, sum hann hevur týtt úr enskum. Í sínum arbeiði hevur Absalon eisini havt donsku týðingina við hondina, men hann hevur lagt seg eftir at vera trúgvur móti enska upprunatekstinum.

Bókin um Titanic verður umleið 230 síður, og hon hevur einar 70-80 myndir, tær flestu úr upprunabókini.

Kostnaðurin verður 300 krónur.

- Eg havi roynt at klætt bókina í ein vanligan føroyskan málburð, sigur rithøvundurin, sum er kendur fyri at orða seg lætt og væl.

 

Hugtakandi søga

- Søgan um Titanic hevur heilt frá barnaárunum hugtikið meg, og í mínum hugaheimi stendur hon sum ein klár áminning um, at einki mannaverk er fullkomið. Bestu skipsbyggjarar gera mistøk, og tað gera royndir sjómenn við hægstu útbúgving eisini.

Absalon sigur, at táverandi heimsins størsta og best útgjørda skip skuldi ikki kunna søkka. Skipið var eini 66.000 tons, og tað var mannað við útvaldum og royndum sjómonnum – og so kortini fór Titanic til botns á sínum fyrsta túri.

- Skipsvanlukkan við Titanic hin 14. apríl í 1912 er ein sorgarleikur av teimum størstu, sum heimurin kennir. Fáur dugdi at ímynda sær, at slíkt kundi henda í veruleikanum.

Rithøvundurin sigur, at við Titanic, sum fórst á leiðunum eystur av Ný Foundlandsbankanum, vóru umleið 2300 fólk, harav 705 bjargaðust, meðan eini 1600 lótu lív.

- Skipið hevði siglt í fýra dagar, tá tað sigldi á eitt ísfjall og endaði við havsins botn, sigur hann.

 

63 siga søgu

Bókin um Titanic byggir á samrøður við 63 fólk, sum siga sína søgu um hendingina.

- Nú skaldsøgur eru skrivaðar við støði í hesi skipsvanlukku og filmir eisini eru gjørdir, fekk eg hug at leita bókina framaftur og helt, at tað hevði verið áhugavert at havt hana á føroyskum. Eg fekk mær hendur á upprunaútgávuni á enskum og havi síðan roynt at latið søguna í ein vanligan føroyskan málbúna, sum rithøvundurin tekur til.

Hann sigur seg vóna, at henda útgáva verður til gleði og gagns fyri nógvar lesarar.

Vit kunnu leggja aftrat, at Walter Lord skrivaði 13 bøkur tilsamans. Hetta eru allar dokumentarsøgur og allar sonevndar “bestsellers”.

- Walter gav sær stundir at leita upp 63 av teimum bjargaðu eftir vanlukkuna. Hann fekk frágreiðingar teirra og setti tær saman til eina dramasøgu, har hendingarnar vera endurgivnar frá minutti til minutt so hvørt, sum tær fóru fram, sigur høvundurin, Absalon Absalonsen.