HÓAST tað er skeivt at halda javnaðarflokkin uttan fyri, og at tað ikki er í tráð við demokratiska andan, at so lítil flokkur sum sjálvstýrisflokkurin fær so stóra ávirkan og umboðan, fara vit - nú samgongan er skipað - kortini at vóna, at landsstýrið fer at reka ein politikk, ið er í tráð við fólksins vilja og gagnar teimum mongu.
Tíanverri lovar samgonguskjalið ikki væl, hyggja vit eftir borgarligu fingramerkjunum. Tíðin fer at vísa, um kamelar og tromedarar, ið tjóðveldisflokkurin hevur svølgt, fara at skaða vælferðarsamfelagið Føroyar. Vit taka undir við orðum Atla Dam´s um, at javnaðarflokkurin virkin fer við í arbeiðið at skapa Føroyum størri sjálvstýri. Uppgáva hansara verður at geva sítt íkast til, at rikni politikkurin verður í tráð við tað,ið eitt fleirtal av fólkinum ynskir. Vónandi fer nýggi ráðharrin í sjálvstýrismálum saman viðløgmanni eisini at virka samb. andanum í stýrisskipanini og taka andstøðuna viðí arbeiðið.Skal álit skapast, má landsstýrið eisini loyva andstøðuflokkunum og her ikki minst javnaðarflokki at seta síni fingramerki á komandi útviklingin. Eftir okkara tykki er tað týdningarmikið, at javnaðarflokkurin serliga verður við í teimum samráðingum, sum skjótt skulu vera við stjórnina.
HÓAST vit í prinsippinum halda tað vera skeivt við so nógvum landsstýrismonnum, kann hetta í ávísan mun forsvarast, tá hugsað verður um, tað koma nýggj málsøki. Í fyrstu atløgu kann tað tykjast løgið at hava ein landsstýrismann burturav til oljumál, nú ein komandi føroysk oljuvinna - um nøkur verður - liggur langt frammi í tíðini. Hinvegin halda vit, at oljuvinnan er kanska ein tann størsta avbjóðingin Føroyar nakrantíð hava verið fyri, og tá henda vinna kann fáa so stórar avleiðingar fyri okkara samfelag, er taðav stórum týdningi at fyrireika seg væl. Tað er ikki rætt framhaldandi at lata løgmann umsita eitt so stórt, krevjandi og vaksandi málsøki. At landsstýrismaður/kona fær oljuna at umsita burturav er eisini eitt týðandi signal til oljuheimin um, at føroyingar meina nakað viðynskið um eina oljuvinnu, og at vit ætla at tryggja, at taðeru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini - seta dagsskránna.
KOMANDI løgmaður Anfinnur Kalsberg er komin við eini inniligari áheitan á føroysku pressuna. Hann sigur, at fjølmiðlarnar eru lykilin til ta forstáilsi,ið skal til fyri at gjøgnumføra stórar broytingar í ríkinum. Hann bað um gott samstarv og minti pressuna á hennara ábyrgd. Vit takka fyri ta virðing og tann týdning, sum komandi løgmaður vísir fjølmiðlunum. Vit kunnu eisini lova, at vit fara at vísa ábyrgd við at tryggja, at føroyingar fáa eina breiða og sakliga men eisini krittiska viðgerð av málunum og gongdini. Uppgávan er m.a. greiða fólki frá avgerðunum, iðsamgongan tekur og at vísa á avleiðingarnar. Uppgávan er eisini at lata andstøðuna sleppa til orðanna, eitt nú tá landsstýrið spælir út við sínum. Ein saklig og ábyrgdarfull viðgerð í fjølmiðlunum má byggja á konstruktivan og fakliga undirbygdan kritikk. Vit fara at hava eitt vakið eygað við eins væl tí ríkisrættarliga politikkinum sum tí búskaparliga. Vit fara at lýsa veruligu ætlaninar hjá samgonguni á sjálvstýris/loysingarleið.Samgonguskjalið er leyst orðað, og tað merkir, at nógvar av politisku ætlanunum enn ikki hevur sæðdagsins ljós.Taðverður tí okkara uppgáva at fyglja væl viðVíst hvílir stór ábyrgd á pressuni. Tað liggur so sannioiga eisini stór ábyrgd á løgmanni ikki at misbrúka sítt vald í einum tí mest týðandi tíðarskeiðinum í føroyskari søgu, við stórbroytingum innan ríkið og á vinnuøkinum, eitt nú við eini oljuvinnu. Taðhvílir stór ábyrgd á løgmanni ikki at loyva ultrahøgravendum at stinga knívin í ryggin á tí solidariska vælferðasamfelagnum. Ein trygd fyri hesum kann vera eitt gott stev millum løgmann og formannin í tí størsta andstøðuflokkinum og eisini nýggja sjálvstýrismálaráðharran. Uppgávan hjá Jóannesi Eidesgaard og hansara flokki er eftir okkara tykki at tryggja at mest borgarligi parturin av samgonguni ikki sleppur at toga ov langt út til høgru og at mest víðgongdu loysingarfólkini ikki sleppa at lirka nakað í gjøgnum, sum Føroya fólk annars ikki kann góðtaka.