Aðalstjóri inn í málið um Herman

Hóast Heilsumálaráðið hevur evstu ábyrgd av økinum, so er enn eingin kunning um málið við Herman Olsen latin ráðnum. – Men eg fari at kunna meg um, hvat er farið fram, lovar Turid Arge, aðalstjóri

Hóast Heilsumálaráðið hevur evstu ábyrgd av økinum, so er enn eingin kunning um málið við Herman Olsen latin ráðnum.

 

– Men eg fari at kunna meg um, hvat er farið fram, lovar Turid Arge, aðalstjóri.

 

Dømið við Herman Olsen reisir spurningin, um tað er rættast at læknalig meting av einum sjúkklingi á Sandi verður gjørd umvegis telefonina, hjá miðsavnaðu læknavaktini á Landssjúkrahúsinum, hóast ein lækni er á samdøgursvakt í Sandoynni.

 

Kommunulæknin, sum hevði vakt á Sandi lagnunáttina 29. desember, varð ongantíð boðsendur til Herman Olsen. Sum skipanin er í dag, so er tað læknavaktin, ið avgreiðir allar fyrispurningar til kommunulæknan, uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Læknavaktin, ið sum nevnt heldur til á Landssjúkrahúsinum, hevur tríggjar møguleikar, tá fólk ringja 1870. Læknavaktin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein kommunulækna í nærøkinum á vitjan, ella biðja sjúklingin koma inn á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Í døminum við Herman Olsen var bara fyrsti møguleikin brúktur. Góðar fýra tímar eftir boðini frá læknavaktini andaðist Herman Olsen.

 

Les eisini: Skeiv boð kostaðu Herman lívið

 

Hóast avleiðingin harvið gjørdist tann ringast hugsandi, so er enn eingin frágreiðing komin inn á borðið á stjórakontórinum í Heilsumálaráðnum, sum hevur evstu ábyrgdina.

 

- Nei, eg kenni einki til málið. Hetta er fyrstu ferð, at eg hoyri um tað, sigur Turid Arge, tá Sosialurin vendir sær til aðalstjóran.

 

Hon hevur tí ringt við at úttala seg um ítøkiliga málið, hóast hon harmast um støðuna, tá blaðið greiðir henni frá søguni um Herman Olsen. 

 

Sambært aðalstjóranum kann málið býtast í tvey. Eitt er skipanin við læknavaktini, soleiðis sum hon er sett saman í dag. Hitt er tann læknaliga metingin hjá tí einstaka læknanum, ið er á vakt.

 

- Enn veit eg tó ov lítið um málið, til at eg kann gera stórvegis viðmerkingar til tað. Men eg fari at kunna meg um, hvat er farið fram, lovar Turid Arge.

 

Aðalstjórin sigur seg tí enn ikki kunna svara uppá, hvørt skipanin við læknavaktini virkar nóg væl.

 

- Men vísir tað seg, at galið er við skipanini, so mugu vit hyggja eftir tí, sigur Turid Arge.

 

Les alla søguna um Herman Olsen í Sosialinum um vikuskiftið. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER. Eisini verður meira um málið í Sosialinum mánadagin.