ADJ selir útgerðina

Tekniska trygdin fyri at fáa stór útlendsk tónleikanøvn til Føroya hvørvur, tá ADJ Sound selir sína útgerð

 

Størsta ljóðannleggið í Føroyum er sett til sølu. Og við hesi sølu er vandi fyri, at tekniska trygdin fyri, at stór útlendsk nøvn kunnu koma til Føroya at spæla, er burtur.

Orsøkin er, at eingin keypari er áhugaður í at keypa alla útgerðina hjá ADJ Sound samlaða, og tí verður hon seld í pørtum til ymiskar keyparar.

Hetta fer at gera tað trupult, at hava eitt stórt og gott ljóðannlegg tøkt til konsertir í Føroyum. Útlendskir bólkar krevja nógv av teknisku útgerðini til konsertir, og seinastu árini hevur SDJ Sound verið trygdin fyri, at hesir bólkar hava spælt í Føroyum.


Verður selt hvør sær

Høvuðsmaður í ADJ Sound er Petur Jacobsen, sum eisini er stjóri á Rás 2. Nú ætlar hann at sleppa sær av við ljóðútgerðina, tí hann hevur ikki hug at halda fram við hesum virksemi.

Hetta virksemi er oftast um vikuskiftini og á náttartíð kring landið. Hetta setir stór krøv til felagið, sum skal hava manning tøka so at siga árið runt.

ADJ Sound hevur roynt at funnið ein keypara, sum kann keypa útgerðina samlaða, men hetta hevur ikki eydnast. Tí verður útgerðin sett til sølu frá 3. desember, og tá ber til at ogna sær alskyns útgerð í hesi teknisku jólasøluni uttan sín líka.