Adrian Røsand var maðurin sum læt lív

Løgreglan sigur, at tey halda fram við kanningararbeiðnum av vanlukkuni, og tað ger Skaðanevndin hjá norska statinum og Sjóferðslustýrið eisini. 

20 ára gamli, Adrian Røsand, arbeiddi umborð á hesum báti, tá vanlukkan hendi.

Ungi norðmaðurin, sum læt lív í einari vanlukku við oynna Frøya, tá hann hin 1. januar í ár arbeiddi umborð á einum tænastubáti fyri norsku alifyritøkuna, SalMar, var 20 ára gamli, Adrian Røsand úr Kristisund kommunu í Møre og Romsdal.

 

Tað er norska løgreglan, sum nú í samráð við tey avvarðandi hevur almannakunngjørt navnið á manninum. Av eini ella aðrari orsøk gjørdist ungi maðurin kroystur millum bátin og eitt alibrúk, og hann doyði seinni av løstum, hann fekk. 

 

Løgreglan sigur, at tey halda fram við kanningararbeiðnum av vanlukkuni, og tað ger Skaðanevndin hjá norska statinum og Sjóferðslustýrið í Noregi eisini. 

 

- Vit kanna bátin og hava havt samrøður við reiðaríið um hetta. Hetta er eitt keðiligt mál, og ikki minst tí hevur tað týdning, at vit hava eina góða gjøgnumgongd av arbeiðsbátinum, sigur Alf Tore Sørheim, deildarstjóri í Sjóferðslustýrinum.

 

Tað er eitt felag, sum rekur tænastubátar, FSV Group, ið eigur bátin, sum gjørdist partur av syrgiligu vanlukkuni í Noregi nýggjársdag. SalMar leigar bátin til ymiskar uppgávur við alibrúkið við oynna Frøya.

 

 

 

 

 

 

 

20 ára gamli, Adrian Røsand, arbeiddi umborð á hesum báti, tá vanlukkan hendi.