Einasta liðið, sum í løtuni tykist hava styrki og førleika til at bjóða HB av í kappingini um oddasessin, er B36.
Eftir 2-0 sigur í steypakappingini hósdagin ímóti Skála átti B36 aftur í dag heimavøll ímóti Skála.
Fyrsta hálva tíman megnaði Skála at halda tørn. Tað var øðrvísi enn hósdagin, tá ið bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.
So fekk B36 hol á, og tað var ikki hissini avrik, sum teir í árstalsfelagnum vístu síðsta tíman. B36 vann 5-1, og serliga eyðsýndur var álopsspælarin Kaimar Saag, sum skoraði trý mál.
Skálamenn kendu ikki sína vitjunartíð fyrstu løtuna, tá ið teir í fýra førum vóru í góðum støðum, men ikki megnaðu at vinna úrtøku.
Tað gongur strúkandi hjá HB. Í dag eydnaðist tað at vinna torføra útidystin á útivølli ímóti Víkingi. Úrslitið var 2-1. Í báðum førum var tað Adrian Justinussen, sum skoraði framúr mál fyri HB. Í báðum førum var tað við fríspørkum. Bólturin fór omanfyri manngarðin og dygst inn við stólpanum.
Víkingur royndi at svara aftur. Tað eydnaðist at javna til 1-1 við máli, sum Heðin Hansen skoraði við fínum langskoti. Víkingur royndi og royndi fram ímóti dystarenda, men HB verjan var væl skipað og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, vóru marginalirnir við.
Hetta var níggjunda ferðin á rað, at HB vann – sjey ferðir í landskappingin og tvær ferðir í steypakappingini. HB hevur ikki tapt síðani í fyrsta umfari, toppliðið hevur spælt ellivu dystir uttan at tapa, og tað er heilt greiður FM favorittur.
Serliga er tað framúr Adrian Justinussen, sum er toppskjútti, ið hevur syrgt fyri úrtøkuni. Hann er toppskjútti við níggju málum.
HB er væl fremst, og nú er tað bara B36, sum hevur møguleika at halda tørn, soleiðis at HB leiðslan ikki verður uppaftur størri.
Í Klaksvík endaði tað 1-1 millum KÍ og NSÍ, sum harvið mistu í kappingini um oddaessin.
Hetta var fjórðu ferð á rað, at KÍ fór av vøllinum uttan at vinna - tríggjar ferðir í landskappingini og einaferð í steypakappingini.
Á Argjum vann AB 2-0 ímóti EB/Streymi. Bjarki Nielsen skoraði til 1-0, eftir at innskifti og 17 ára Filip Liða átti uppleggið. Filip í Liða staðfesti sigurin við fyrsta málinum, sum hann hevur skorað í bestu deildini.
Á Dungasandi í Sørvági minkaðu vánirnar hjá 07 Vestur um at sleppa undan niðurflyting uppaftur meiri. Suðringar hildu fram við góðu gongdini. Í dag vunnu teir 3-0. Harvið eru teir í løtuni á sætta plássi.
Klokkan 17.15 er fyrsta bríksl í Gundadali, har Skála er gestur hjá B36.
KÍ - NSÍ 1-1 (0-0)
1-0: Boris Dosljak
1-1: Einar Tróndargjógv
Víkingur - HB 1-2 (1-2)
0-1: Adrian Justinussen
1-1: Heðin Hansen
1-2: Adrian Justinussen
07 Vestur - Suðringar 0-3 (0-2)
0-1: Isaac Shaze br
0-2: Eirikur Magnusarson
0-3: sjálvmál
AB - EB/Streymur 2-0 (0-0)
1-0: Bjarki Nielsen
2-0: Filip í Liða
B36 - Skála 5-1 (3-0)
1-0: Eli Falkvard Nielsen
2-0: Kaimar Saag
3-0: Meinhard E. Olsen
4-0: Kaimar Saag
5-0: Kaimar Saag
5-1: Edvin Jakobsen
HB | 10 | 8 | 1 | 1 | 20 | 7 | 25 |
B36 | 10 | 7 | 1 | 2 | 22 | 10 | 22 |
KÍ | 10 | 6 | 2 | 2 | 17 | 9 | 20 |
NSÍ | 10 | 5 | 2 | 3 | 17 | 10 | 17 |
Víkingur | 10 | 5 | 2 | 3 | 15 | 11 | 17 |
Skála | 10 | 3 | 2 | 5 | 8 | 13 | 11 |
EB/Streymur | 10 | 2 | 4 | 4 | 11 | 13 | 10 |
Suðroyingar | 10 | 3 | 1 | 6 | 7 | 12 | 10 |
AB | 10 | 2 | 2 | 6 | 7 | 17 | 8 |
07 Vestur | 10 | 0 | 1 | 9 | 7 | 7 | 1 |
11. umfar
Mánadagin 21. mai
2. hvítusunnudag
Skála – Suðringar
07 Vestur - NSÍ
HB – EB/Streymur
B36 – Víkingur
AB - KÍ