Adventshugni í Vestmanna

Vestmanna Kirkjukór skipar fyri adventshugna í Auluni í Vestmanna skúla sunnudagin

Afturvendandi hugnaløtan, sum Vestmanna Kirkjukór plagar at skipa verður sunnudagin kl.18.

Til adventshugnan eru øll sjálvandi hjartaliga vælkomin, siga tey í Vestmanna. Aftur hesaferð hevur kórið minst til tey eldru í bygdini, og hava tey í pensiónistafelagnum fingið ein innbjóðing.

Adventshugnin er skipaður soleiðis, at kórið syngur nakrar jólasangir og eisini er eitt sindur av felagssangi á skránni.

Prestarnir Mogens Petersen og Inga Poulsen Dam luttaka eisini

Ein góður drekkamunnur er eisini at fáa saman við góðum smyrjubreyð og okkurt søtt eisini.

Kirkjukórið vónar stóra uppmøtingin, sum hevur víst seg hini árini, tí tess fleiri verða, jú hugaligari er at syngja felagssangin.