Advokatur: Ósek kanska dømd við skeivum dna-prógvum

Verjin hjá einum manni, sum í Danmark varð skuldsettur vegna skeiva dna-kanning, heldur, at øll mál eiga at verða gjøgnumgingin.

Øll mál, har dna-profilar eftir 10-streingjaskipanini eru brúkt sum prógv, eiga at gjøgnumgangast umaftur, tí ósek fólk kunnu vera dømd fyri nakað, tey ikki hava gjørt.

Tað hedlur Niels Christian Strauss, sum er verji hjá manninum, sum varð skuldsettur vegna skeivan dna-profil.

Í dag upplýsti Ríkisløgreglan, at tey hava skerpt reglurnar fyri nýtslu av dna-profilum. Fram til 2012 vóru dna-profilar grundaðir á 10 streingja dna-mýlið. Síðani er mannagongdin broytt til, at hetta skal grundast á 16 streingir.

Í dna-skránni, sum varð stovnað í 2000, eru enn nógvir dna-profilar, sum eru grundaðir á bara 10 streingir. Og tað førdi til, at ein ósekur maður varð skuldsettur fyri grovt herverk.

Sum unglingi var maðurin partur í einum máli, sum merkti, at dna hansara varð lagt í skránna. Síðani hevur hann sambært Niels Christian Strauss ikki havt nakað við løgregluna at gera.

Í sambandi við eitt mál um grovt herverk fann løgreglan dna, har sannlíkindini fyri, at tað stavaði frá manninum var eina millión ferðir størri, enn at tað skuldi stavað frá einum øðrum.

– Men vit vistu, at tað kundi ikki passa, tí klientur mín hevði ikki verið nærindis staðnum, sigur Niels Christian Strauss.

– Vit kravdu tí, at tað varð gjørd ein dna-test av mínum klienti við 16 steringjum, og hon vísti, at hann ómøguliga kundi vera sekur í hesum málinum.

Í dag metti formaðurin fyri Advokatsrådets Strafferetsudvald í Danmark, Karoline Normann, at tað ikki er orsøk at óttast, at ósek eru dømd við dómstólarnar.

– Dna-prógvið kann ikki og hevur ongantíð kunna staðið einsamalt, tí tað er eitt statiskt prógv, segði hon.

Men tað er ein sannleiki við modifikatiónum, heldur Niels Christian Strauss.

– Í praksis skal ikki so nógv meira til, um har er ein dna-profilur. Um tað til dømis er framt eitt innbrot, og tú fyrr ert dømdur fyri innbrot, so hevur tað verið nóg mikið, at tú býrt í sama býi, og at dna-kanningin passar eftir 10 streingjaskipanini.

– Tað merkir, at ósek kunnu vera dømd, og eg haldi, at vit eins og við málinum, har teledátur hava verið avgerandi, eiga at fara ígjøgnum øll málini, har dna er brúkt sum prógv við 10-streingjaskipanini fyri at vita, um feilir eru hendir, áðrenn ein persónur kann skuldsetast fyri eitt brotsverk.

Málið hevur fingið ta avleiðing, at Ríkisløgreglan hevur broytt framferðarháttin við atlitið til dna-spor. Í framtíðini skal tað passa eftir 16 streingjaskipanini, áðrenn ein persónur kann skuldsetast fyri eina brotsgerð.

 

/ritzau/