Ær stóð føst í móru

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein æru stóð føst í móru á einum jarðarstykki við Sandá.

Hetta er ein mynd úr arkivinum - og ikki ærin, sum stóð í móru á einari trøð við Sandá.

Fólk eru vorðin meira bevíst um, at kríatúr skulu hava tað gott.

 

Løgreglan fegnast um, at fólk, sum koma fram á kríatúr, sum ikki hava tað gott - ella eru komin illa fyri - gera vart við seg.

 

Eina slíka fráboðan fekk løgreglan í gjár.

 

Talan var um eina ær á einum jarðarstykki við Sandá í Havn, sum ikki slapp av fetanum.

 

Er lendið vátt og runut, kann vera skjótt, at seyður gongur seg fastan og ikki sleppur burturúr rununi við egnari hjálp.

 

- Vit fegnast um, at fólk hava eyguni við kríatúrum í slíkum føri og siga frá, um tey halda, at neyðugt er við hjálp.

 

Vaktleiðarin sigur í morgun, at aktingarmaðurin hjá Tórshavnar kommunu varð biðin at taka sær av ærini við Sandá.

 

 

 

Hetta er ein mynd úr arkivinum - og ikki ærin, sum stóð í móru á einari trøð við Sandá.