Á hesum grøna økinum hjá Landssjúkrahúsinum ætlar Tórshavnar býráð, at 250 lestraríbúðir skulu byggjast

Ætla at byggja 250 lestrar­íbúð­ir á øki­num hjá Lands­sjúkra­húsinum

Tórshavnar býráð fer at broyta byggisamtykt, so byggjast kann meira á økinum hjá Landssjúkrahúsinum, enn verandi byggisamtykt loyvir.

Á hesum grøna økinum hjá Landssjúkrahúsinum ætlar Tórshavnar býráð, at 250 lestraríbúðir skulu byggjast

Matrikkuliln hjá Landssjúkrahúsinum oman fyri J. C. Svabosgøtu er góðar 100.000 fermetrar til víddar. Hóast talan er um stórt óbygt øki, so krevst eitt stórt øki til slíka bygging, sum bygningarnir hjá Landssjúkrahúsinum. Og tí kann Landssjúkrahúsið ikki lata burturav, uttan so, at byggisamtyktin verður broytt, so tað ikki ávirkar møguliga bygging afturat bygningunum hjá Landssjúkrahúsinum. 

Undir býráðsfundinum í Havn hósdagin sendi Tjóðveldi út eitt tíðindaskriv um hesa verkætlan, sum á býráðsfundinum var sett sum síðsta punktið á skránni fyri fundin.

Seinni hevur Javnaðarflokkurin eisini sent út tíðindaskriv um ætlanina, har tey finnast at Tjóðveldinum fyri at brúka hetta í valstríðnum til løgtingsvalið við forkvinnuni í Tjóðveldi á odda.

– Hetta er ein ódámlig framferð, tí eingin flokkur kemur nakran veg uttan samstarv við aðrar flokkar, skrivar javnaðarumboðini í býráðnum í Havn.

Tilmæli frá kommunustjóranum, tekniska stjóranum og býararkitektinum var at:

– at partur av matr. nr. 1000a, uppi við Heygsvegin, verður lagdur til lestrarbústaðir.

– at byggisamtyktin fyri økið hjá Landssjúkrahúsinum verður broytt, soleiðis at framtíðar virksemið rúmast í økinum.

– at samráðingarnar við komandi landstýrisfólk halda fram, og at endaliga avtalan verður løgd fyri nevndina, tá partarnir eru samdir um endaligu treytirnar.

– at málið verður beint í býráðið.

 

##med2##

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum, sum var fyri á býráðsfundinum hósdagin. Har varð málið samtykt 10 atkvøðum fyri, ongari atkvøðum ímóti og einari blankari atkvøðu.

Fyri atkvøddu: Elsa Berg, Heðin Mortensen, Gunnar Djurhuus, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen, Elin Heðinsdóttir Joensen, Guttormur í Skála, Høgni Vilhelmsen og Birgir Nielsen.

Ímóti atkvøddu: Eingin

Blankt atkvøddi: Annfinn Brekkstein.

 

 

Á hesum grøna økinum hjá Landssjúkrahúsinum ætlar Tórshavnar býráð, at 250 lestraríbúðir skulu byggjast

Tórshavnar býráð ætlar, at lestraríbúðir skulu byggjast eystan fyri Heygsvegin í Havn – á økinum hjá Landssjúkrahúsinum