Tórshavnar kommuna skrivar, at parkeringsviðurskiftini í miðbýnum Havn hava leingi verið ein avbjóðing, og neyðugt er at gera okkurt við trupulleikan. Ein partur av loysnini kann vera at seta gjald á parkering ymsastaðni í miðbýnum. Men fyri at kommunan kann gera tað, krevst heimild frá landsstýrinum.
Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, hitti í gjár Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum, har millum annað parkeringsviðurskiftini vóru til umrøðu.
Hugskotið um gjald fyri parkering er ikki nýtt, og fleiri undanfarin býráð hava havt málið til umrøðu. Endamálið er at loysa ein part av parkeringstrupulleikunum, sum eru í miðbýnum, og ætlanin er, at inntøkurnar av parkeringsgjaldinum skulu fara í ein sonevndan parkeringsgrunn, sum skal bøta um parkeringsviðurskiftini og bussleiðina í kommununi.
Á fundinum bleiv eisini tosað um møguleikarnar fyri at samskipa koyriætlanirnar hjá býbussunum og Bygdaleiðum betur og um, hvussu umstøðurnar hjá fólki á súkklu kunnu gerast betri, skrivar Tórshavnar kommuna.
##med2##
##med3##
##med4##