Ætla føroyingar nú at forða fyri flutningi av mati til fátøk?

Tað er einki minni enn skelkandi at hoyra røddir í tí almenna rúminum tosa um at Føroya land skal umhugsa at slíta sítt væl virkandi og væl roynda samstarv við Russland á fiskivinnuøkinum.

 

Vit ásanna, at hetta er eitt samfelagsligt og búskaparligt mál, ið føroyingar eiga at taka í størsta álvara. Gera vit eitt mistak her, kunnu avleiðingarnar av tí gerast verri enn mong ímynda sær.

 

Verandi samhandil millum Føroyar við Russland er als ikki í javnvág, sum annars hevur verið ført fram frá landsins ovastu politisku leiðslu — hesin samhandil er munandi meira til føroyskan enn russiskan fyrimun, eins og hagtøl og aðrar upplýsingar greitt vísa.

 

Hetta fiskivinnusamstarv hevur heilt síðan byrjan í 1977 bygt á — og ger tað framvegis — at russarar fáa til høldar ódýran og proteinríkan fiskamat meðan føroyingar afturfyri fáa búskaparligt og fíggjarligt avkast og arbeiðspláss.

 

Okkara fiskiveiðisamstarv við Russland umfatar í høvuðsheitum sínámillum fiskirættindi umframt veitingar av føroyskum havna-, flutnings- og goymslutænastum v.m. til russisk skip.

 

Hetta samstarv gevur árliga tí føroyska búskapinum umleið 1,2 milliardir krónur í øktum umsetningi (2021). Tí undrast vit eisini yvir, at nakar føroyingur í fullum álvara kann virka fyri og mæla til at tveita alt hetta fyri borð uttan nakað veruligt at seta inn ístaðin — kanska bert fyri at flagga fyri umheiminum, at Føroyar vil veittra moralskan peikifingur móti einum stórum landi sum kríggjast? Um hetta er av “prinsippiellum” orsøkum, sum sagt verður, hví veittra vit tá ikki eisini móti øðrum, ið hava kríggjast enn meira oyðandi og drápiliga?

 

Boykotta ikki mat

 

Um ein havnastongsul frá føroyskari síðu skuldi verðið settur í verk av “etiskum” orsøkum, so merkir tað eisini í veruleikanum at føroyingar — sum kanska heimsins einasta tjóð — vilja forða fyri veitingum av lívsneyðugum matvørum til fátøk lond. Hevði tað verið etiskt rætt?

 

Eins og onnur harmast vit um alt vápnað stríð sum fer fram og tær líðingar, tað hevur við sær, og vit vóna at kríggið í Ukraina fær ein enda so skjótt sum møguligt. Tó stendur greitt, at flest øll heimsins lond eru samd um, at matvørur eiga ikki at verða raktar av revsitiltøkum vegna ósemjur og kríggj. Aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, segði fyri nøkrum vikum síðan, at ST arbeiddi fyri at fáa semju við USA og ES um at vinna á forðingum fyri, at russiskar matvørur og handilstøð náa út til heimsins marknaðir. Hann segði, at tey londini, sum settu revsitiltøk í verk móti Russlandi vegna innrásina í Ukraina høvdu gjørt greitt, at tiltøkini ikki vóru galdandi fyri matvørur og handilstøð. Sjálvt Russland og Ukraina kundu eisini semjast um, at ukrainskur útflutningur av korni skuldi ikki forðast hóast kríggið.

 

Russaraskip og frystitrolarar

 

Allur samhandil snýr seg um at geva og fáa. Hóast summi fyri tíðina tykjast hava ilt við at skilja hetta, so hanga virksemið hjá russiskum skipum í føroyskum sjóøki og havnum og fiskiveiðan hjá føroyskum frystitrolarum í Barentshavinum óloysiliga saman. Okkara tænastur og veitingar til russaraskipini gera at teirra fiskiskapur og flutningur av fiskavørum á okkara leiðum yvirhøvur ber til. Steingja vit fyri hesum, so gevur tað ikki longur meining fyri russisk skip at fiska og umlasta á okkara leiðum; so fellur teirra áhugi fyri føroyskari uppsjóvarkvotu sjálvandi eisini burtur, og tað hevði samstundis borið í sær at botnfiskakvotan hjá føroyingum í russiskum sjógvi fór fyri bakka.

 

Ein slík púra óneyðug vanlukka fyri okkum, av berum óumhugsni ella ódugnaskapi, hevði verið ófyrigevilig. Tí er tað bráðneyðugt nú at vit gera okkum greitt hvussu hetta hongur saman, og tað er í grundini einfalt: Vilja vit av við russaraskipini, so missa vit eisini okkara trolaraflota í Barentshavinum. Eingin ivi er um tað. Og missa vit okkara frystitrolarar — Várharra forbjóði tí — so hvørvur eisini ein ógvuliga specialiserað vinna, sum hevur tikið mong ár at byggja upp og verður í praksis ómøgulig at endurreisa.

 

Metta mong

 

Samstarvið millum Føroyar og Russland um fiskirættindi inniber, at russarar fáa umleið 100 túsund tons um árið av uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi, og føroyingar fáa afturfyri umleið 24 túsund tons av toski v.m. í russiskum sjógvi. Sjálvt um nøgdirnar á uppsjóvarfiskinum, vit lata russarum, eru væl størri, hevur hesin fiskur eitt lægri marknaðarvirði enn tann botnfiskur, vit fáa frá teimum. Her er eisini vert at undirstrika, at hesin uppsjóvarfiskur, sum russar veiða, fer einans til matna, til fólk ið ikki hava ráð at eta dýrari fisk.

 

Umlastingar og líknandi virksemi hjá russiskum skipum í føroyskum havnum umfataði í fjør so mikið sum 325.000 tons, tað er stívliga tríggjar ferðir tey 100.000 tonsini sum russarar fiska í føroyskum øki. Talan er um svartkjaft og annan uppsjóvarfisk, sum teirra skip fiska ymsastaðni, og sum verður avskipaður umvegis Føroyar til Russlands og afrikansk lond — proteinríkar, ódýrar matvørur til fólk, sum eru lutfalsliga fátøk, og tey eru mong sum fáa mettuna av hesum.

 

Høgt søluvirði

 

Virðið á tí russisku kvotuni av uppsjóvarfiski frá okkum lá í fjør tilsamans um 334 milliónir kr., meðan okkara botnfiskakvota frá russarum í Barentshavinum íroknað rækjur var verd umleið 550 mió. kr. Her er talan um virði í rundari vekt, sum merkir at virking umborð ikki er tikin við; um hon eisini verður roknað uppí, er virðið á kvotuni har sambært okkara meting umleið 770 mió. kr.

 

Hetta kann roknast út við støði í avrundaðum miðaltølum frá avreiðingum í fjør. Men her má samstundis havast í huga, at virðið á okkara kvotu í Barentshavinum er longu munandi hækkað síðan í fjør, væl meira enn, hvat ið virðið á tí russisku uppsjóvarkvotuni í føroyskum sjógvi eisini er økt.

 

Botnfiskurin vit veiða í Barentshavinum — serliga toskur, tó eisini nakað av hýsu og flatfiski umframt rækjur — verður frystur og pakkaður umborð, og umleið tveir triðingar av fiskinum verður eisini virkaður til flak umborð. Avreiðingarprísurin á sjófrystum toskaflaki hevur í 2022 ligið um einar 80 kr. fyri kg., meðan kiloprísurin á kruvdum og avhøvdaðum sjófrystum hevur ligið um einar 35 kr. Síðstnevndi fiskur verður latin føroyskum flakavirkjum og fær soleiðis hægri virði og er samstundis við til at skapa vinnuvirksemi og arbeiðspláss á landi.

 

Leggja nógv eftir seg

 

Leggja vit avreiðingarnar hjá teimum føroysku frystitrolarunum saman við umsetningin av føroyskum vøru- og tænastuveitingum til russisk skip í føroyskum havnum, fær okkara samfelagsbúskapur umleið 1,2 mia. kr. inn frá fiskivinnusamstarvinum við Russland. Tá taka vit hvørki avleitt virksemi, arbeiðspláss ella skattainntøkur við, ei heldur útflutning av føroyskum fiskavørum til tann russiska marknaðin. Vit tosa við øðrum orðum um ein rættiliga stóran og týðandi part av grundarlagnum fyri fíggjarlógini hjá Føroya Løgtingi.

 

Russisk skip leggja so mikið eftir seg í samfelagnum, at talan er um vøru- og tænastukeyp fyri fleiri hundrað mió. kr. um árið, hóast vit so gott sum einki keypa frá russarunum. Upplýsingar og lyklatøl frá okkara egna virksemi saman við tilfari, vit hava savnað frá týðandi føroyskum veitarum og myndugleikum vísa, at russisk skip keypa vørur og tænastur frá føroyingum fyri umleið 435 mió. kr. um árið (2021).

 

Størsti partur av hesum er brenni- og smyrjiolja, harnæst vøru- og tænastukeyp umvegis agency feløgini so sum brúgva- og havnagjald, loðs- og sleipibátaveitingar, lossing og vørugoymsla, sjóvegis flutningur í sambandi við ‘russarafisk’, vørugjald, proviantur, fiskireiðskapur, umvælingar, tænastur í sambandi við manningarskift so sum hotell, taxakoyring og flogferðir.

 

Áhugamál Føroya

 

Við tílíkum búskaparligum virksemi á landi fylgir eyðvitað ymiskt avleitt virksemi. Hartil er talan um arbeiðspláss tengd at hesum veitingum umframt at fiskiskapinum í Barentshavinum, og skattainntøkurnar av øllum.

 

Millum mest eyðsýndu arbeiðspláss her teljast frystitrolararnir, hvørs skiparar og manningar vinna stórar inntøkur til seg og síni og sum vitiligt rinda kommunum og landinum nógvan skatt. Ganga vit út frá, at hesi skipini hava øll dupulta manning, so er talan um eini 200 ársverk bara har. Familjurnar hjá hesum sjófólki kunnu ivaleyst roknast millum tær mest keypisterku í samfelagnum og eru tí eisini við til at uppihalda nógvum handils- og tænastuvirksemi, ið vendir sær til húsarhald og privatpersónar.

 

Onnur arbeiðspláss á landi, sum okkara fiskiveiðisamstarv við Russland er við til at tryggja, finnast eitt nú á teimum flakavirkjum, ið keypa inn frystan fisk frá frystitrolarunum, men eisini hjá teimum ymisku tænastuveitarunum.

 

Samanumtikið kann eingin ivi vera um, at áhugamál Føroya eru best tænt við at halda fast um verandi fiskiveiðisamstarv við Russland.

 

 

 

Karl-Erik Reynheim stjóri, Faroe Agency