Ætlaða avlýsingin er avlýst

Ætlandi skuldi Smyril avlýsa túr mikudagin, men nú sigur Strandferðslan, at neyðugt verður ikki at avlýsa mikudagin hóast alt.

 

Á ssl.fo skrivar Strandferðslan soleiðis:

 

Ætlaða umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiðið umborð á Smyrli, ið byrjaði í dag, og skuldi halda fram mikudagin 7. december, gekk betur enn væntað, og sostatt verður ongin avlýsing á leið 7 mikudagin 7. desember.

 

Ssl kunngjørdi annars, at Smyril avlýsti túrar í dag og mikudagin, tí viðlíkahaldsarbeiði fór fram. Sum skilst var talan um ymiskt, ið ikki varð liðugt, tá Smyril var í dokk. Millum annað skuldu rútar fugast. Men eftir øllumat døma gekk arbeiðið so væl í dag, at neyðugt er ikki at avlýsa túr mikudagin.