Verjumálaráðharrar hittast í Føroyum í næstu viku

Mánadagin og týsdagin verða Føroyar og Danmark vertir fyri NORDEFCO-verjumálaráðharrafundi í Havn

Norðurlendska verjusamstarvið fevnir um Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki.

Í Havn fara verjumálaráðharrarnir úr hesum londum eins og uttanríkisráðharrarnir úr Føroyum og Grønlandi millum annað at tosa um trygdarpolitisku støðuna í Arktis og Norðuratlantshavi. Harumframt fara verjumálaráðharrarnir NORDEFO-limalondini at undirskriva eina nýggja visjón  fyri norðurlendska verjusamstarvi. Visjónin markerar, at Finnland og Svøríki eru vorðin limir í Nato.

Tíðindafundur verður týsdagin, har verjumálaráðharrarnir og uttanríkisráðharrarnir í Føroyum og Grønlandi, har avtalan verður undirskrivað, skrivar heimasíðan hjá danska verjumálaráðnum.