Russland ávarar um møgulig álop á bretsk mál

Bretland er í eygum russa de facto ein partur av stríðnum við Ukraina, verður sagt í boðum.

Forsetin í Urkaina, Volodymyr Zelenskyj, og bretski uttanríkisráðharrin, David Cameron Mynd: Presidential Press Service Handout/EPA/Ritzau Scanpix

Russland ávarar eftir eini boð frá bretska uttanríkisráðharranum um , at landið kann leypa á bretsk hernaðarmál bæði í og uttan fyri Ukraina.

 

Bretski sendiharrin í Russlandi, Nigel Casey, er boðsendur til samrøðu sum liður í einum formligum mótmæli.

 

Tað upplýsir russiska uttaríkisráðið í dag.

 

Russisku boðini eru eitt svar uppá, at bretski uttanríkisráðharrin, David Caeron, heur sagt, at Ukraina kann brúkta bretsk vápn til at leypa á Russland.

 

Undir eini vitjan hósdagin í síðstu viku í Ukraina segði David Cameron, at Ukraina »avgjørt hevur rættin til at sláa aftur ímóti Russlandi«.

 

Hann seðgi eisini, at bretska stjórnin ikki longur leggur avmarkingar á, hvussu ukrainskar deildir brúka tey vápn, sum Bretlandi hevur latið teimum.

 

Útsøgnirnar hjá Cameron merkja, at BRetland nú av Russlandi verður mett sum de cfacto at vera ein partur í stríðnum. Soleiðis verður sagt í boðunum frá russiska uttanríkisráðnum.

 

Harav sæst eisini, at sendiharrin, Casey, í samrøðuni varð ávaraður um, at eitt russiskt mótsvar »upp á ukrainsk álop móti russiskum øki við bretskum vápnum kann verða eitthvørt bretkst hernaðarmál og -útgerð á ukrainskum øki ella aðrastaðni«.

 

– Sendiharrin varð boðsendur fyri at vísa á katastrofalu avleiðingarnar, sum ikki slepst undan, av slíkum fíggindaligum tiltøkum úr London (...), stendur í boðunum.

 

Casey varð biðin um alt fyri eitt at »vísa aftur teimum aggressivu og áleypandi úttalilsunum« frá  Cameron »á ein avgjørdan og púra greiðan hátt«.

 

/ritzau/Reuters

 

Forsetin í Urkaina, Volodymyr Zelenskyj, og bretski uttanríkisráðharrin, David Cameron Mynd: Presidential Press Service Handout/EPA/Ritzau Scanpix