Tingfólk fáa 25 prosent í lønarhækking

Við serliga lønarlyftinum til tingfólk saman við lønarhækkingini á almenna arbeiðsmarknaðinum fáa tingfólk 25 prosent í lønarhækking

Tað er á tingfundinum í dag, at Løgtingið fer at taka støðu til broytingaruppskotið frá Beinir Johannesen, formanni Fólkafloksins, Stefani Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Sólvit E. Nolsø úr Framsókn og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum um at geva tingfólki serligt lønarlyft upp á 15 prosent.

Verður uppskotið samtykt, so fáa tingfólk nógv hægri lønarhækking, enn nakar annar á bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, tí so hækkar lønin 24,9 prosent hetta sáttmálaskeiðið víð síðstu lønarhækkan 1. oktober næsta ár.

Tingfólk fáa í dag 46.373 krónur um mánaðin í grundløn. Sambært uppskotinum hjá teimum fýra tingmonnunum, so skal lønin lyftast upp til 53.058 krónur um mánaðin. Tað er ein lønarhækking upp á 14,4 prosent.

 

Lesið eisini: Tingfólk skulu hava lønarlyft upp á 6.700 krónur

 

Harumframt hækkar lønin – sum hjá øllum øðrum á almmena arbeiðsmarknaðinum, 1. oktober í ár við 4,2 prosentum og 1. oktober í 2025 við 4,75 prosentum. Tað merkir, at lønin hjá tingfólki, við lønarlyftinum, 1. oktober í ár fer upp á 55.287 krónur um mánaðin og 1. oktober í 2025 upp á 57.913 krónur um mánaðin.

Tað gevur eina samalaða lønarhækking upp á 24,9 prosent hetta sáttmálaskeiðið – sum liggur rímuliga langt oman fyri pínumarkið hjá Føroyar Arbeiðsgevarerafelag í lønarstríðnum, sum nú leikar á, og helst eisini nakað langt oman fyri krøvini, sum arbeiðarafeløgini hava sett privatu arbeiðsgevarunum, og sum arbeiðsgevararnir ikki vilja svølgja. 

Tingfólk ráða sjálvi fyri, um tey hækka lønina ella ikki.