Tíverri eydnaðist tað ikki badmintonlandsliðnum at krýna ein fantastiskan føroyskan oyggjaleikadag við einum gullmerki í liðkappingini í badminton.
Føroyar máttu í finaluni lúta fyri Grønlandi, ið kann stórfegnast um at hava fingið fyrsta heiðursmerkið á oyggjaleikunum í Orknoyggjum. Føroyar hava í dag vunnið 33 heiðursmerki, harav 17 gullheiðursmerki.
Grønland vann finaluna 3-2. Okkara megnaðu at vinna blandaða tvímansleikin og tvímansleikin hjá kvinnum. Men grønlendingar vunnu báðar einmansleikirnar og tvímansleikin hjá monnum.
Fyri tveimum árum síðani vóru tað Føroyar, ið vunnu 3-2 á Grønlandi. Eftir er bert at siga: "Piluarit" (tillukku) til grønlendingar við sigrinum.
Føroysku badmintonleikararnir fara nú eftir at avrika væl í kappingunum í einmansleiki og tvímansleiki.
##med2##