USA fer at senda vápn til NATO at stuðla Ukraina

Fleiri NATO-lond, eitt nú Danmark, verða partur av arbeiðinum at endurbrynja Ukraina, sigur Rutte.

Aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, vitjar Donald Trump, forseta, í Hvítu Húsunum. Her síggjast teir í Ovalu Skrivstovuni. - Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í dag, at USA fer at senda vápn til verjusamgonguna NATO fyri at stuðla Ukraina í stríðnum móti Russlandi.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

- Vit fara at gera tey bestu vápnini, og tey verða send til NATO, segði Trump.

Orðini vóru frammi á tíðindafundi við NATO-aðalskrivaran, niðurlendingin Mark Rutte, í Hvítu Húsunum.

Vápnini eru millum annað Patriot loftverjurakettirnar, sum Ukraina metir vera alneyðugar fyri at verja sínar býir móti russiskum loftálopum.

Sambært avtaluni skal NATO keypa vápnini frá USA og síðani býta tey út til Ukraina.

- Talan er um hernaðarútgerð fyri milliardir av dollarum, sum verður keypt úr USA og fer til NATO. Og tað verður skjótt býtt út á vígvøllin, sigur Trump sambært AFP.

Samstundis sigur aðalskrivarin, Mark Rutte, at Ukraina við nýggju avtaluni fær eina risastóra vápnaveiting.

- Hetta fer at hava við sær, at Ukraina fær fatur á sera nógvari hernaðarútgerð, bæði til loftverju, men eisini rakettir og lóður, sigur hann.

Samstundis sigur Rutte, at Týskland, Finnland, Danmark, Svøríki, Noreg, Niðurlond og Kanada øll vilja vera partur av arbeiðinum at endurbrynja Ukraina.

- Tey vilja øll vera partur av hesum. Og hetta er bert fyrsta bylgjan. Tað verða fleiri, sigur aðalskrivarin.

Á tíðindafundinum í dag sendi Donald Trump eisini eina ávaring til Russlands.

Forsetin sigur, at hann fer at seta toll og revsitiltøk í gildi móti Russlandi, um landið ikki ger eina vápnahvíldaravtalu innan 50 dagar.

Umboð fyri Hvítu Húsini hevur sambært Reuters greitt frá, at ætlanin hjá Trump er at seta í gildi toll á 100 prosent móti Russlandi og onnur revsitiltøk móti øðrum londum, sum keypa olju úr Russlandi. Tað veit Reuters at siga frá.

Donald Trump hevur verið trekur at revsa Russland, men seinastu tíðina hevur hann víst ørkymlan móti russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Hann vísti fyri stuttum vónbrot yvir eina telefonsamrøðu, hann hevði við Putin, har russiski forsetin tóktist til reiðar at halda fram við krígnum, skrivar Reuters.

 

/Ritzau/

 

 

 

Aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, vitjar Donald Trump, forseta, í Hvítu Húsunum. Her síggjast teir í Ovalu Skrivstovuni. - Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix