Seinasta freist at flyta spæliloyvið er hósdagin

Freistin, at skifta felag, er hósdagin 17. juli klokkan 16:00

FSF skrivar:

 

Freistin, at skifta felag, er hósdagin 17. juli klokkan 16:00, fríggjadagin 12. juli, og er hetta galdandi fyri øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2025

 


Eftir at hava verið opið í skjótt ein mánað, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur hósdagin 17. juli klokkan 16:00.

 

Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2025, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.

 

Til fyri trimum árum síðani var flytingarvindeygað annars bara galdandi fyri spælarar, ið vóru sáttmálabundnir. Men soleiðis er ikki longur. Í 2022 broyttust hesar reglur, og tað merkir, at flytingarvindeygað nú umfatar øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

 

Seinasta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil hósdagin 17. juli 2025 klokkan 16:00, og er hetta galdandi fyri allar fótbóltsspælarar, ið fyltu 15 ár áðrenn 1. januar í ár. Skrivar FSF.