Jacob Vestergaard hevur verið í Danmark á fundi við Idu Auken, umhvørvismálaráðharra.
Fundurin var avtalaður fyri tíð síðani, og tað var hetta Jacob Vestergaard gjørdi á starvsvitjan í Danmark.
Ætlanir eru um at digitalisera kortleggingina, og so høvdu vit eisini á máli um at yvirtaka kortlegginghina, tí vit hava førleikan í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard.
Hann heldur, at tað saktans er nakað, ið Umhvørvisstovan kundi tikið sær av.
Hon umsitur framman undan tinglýsingina, og har eru fólk við neyðuga førleikanum. Tað hevði eisini verið rætt, at yvirtikið føroyskt grunddata, ið hevur við kortlegging at gera, sigur Jacob Vestergaard.