Afenginn hevur fingið tvær virðislønir í kvøld til Faroese Music Awards. Báðar virðislønirnar eru í opna flokkinum, og virðislønirnar eru fyri Ársins útgávu og Ársins tekst - báðar fyri Klingra.
Limirnir úr Afenginn vóru ikki til staðar, men Kim Nyberg og Dánjal á Neystabø sendu eina videoheilsan úr Danmark, har teir eru á konsertferð í løtuni.
– Sodan Føroyar! Fantastiskt, túsund takk. Tað hevur nógv at siga. Vit eru akkurát nú í gongd við eina triologi, og eru í gongd við aðru útgávuna nú, søgdu teir millum annað.
Útgávan Klingra hevur fingið sera góð skotsmál í Danmark. Til ber at hoyra og síggja eina framførslu her:
##med2##