Norski uttanríkisráðharrin, Joan Gahr Støre, heldur ikki, at tað ber til at lasta norsku trygdarmyndugleikarnar fyri tað, sum hendi á Serena-hotellinum í Kabul, har ein norskur tíðindamaður varð skotin. Norskir fjølmiðlar hava róð uppundir, at norsku myndugleikarnir tóku ikki trygdina í nóg stórum álvara, men tað avsannar Jonas Gahr Støre.
-Teir afghonsku myndugleikarnir høvdu ábyrgdina av trygdini, sigur hann við Aftenposten. Hann leggur tó afturat, at uttanríkisráðið og trygdartænastan fara at eftirmeta tað, sum hendi í Kabul.