-Á G! í fjør høvdu vit blandað tvær øldir saman. Í ár hava vit blandað tvær mentanir saman - nakað av føroyskum undirhaldi og so nakað av afrikanskum undirhaldi, siga fyrireikarar í dag.
Sagt verður, at tey, sum standa fyri afrikanska undirhaldinum veruliga hava spíla seg út við trummum, flottum klæðum, søgum og sangi.
Hetta er fyrstu fer tey hava eitt slíka tiltak saman, og tað er fyrstu fer tey spæla saman tí tey eru úr øllum Afrika, og búgva kring alt Føroya land.
Skráin fyri familju tiltakið:
Hósdagin: ponnyríðing 18-20
Fríggjadagin: Ponnyríðing 16-20
Leygardagin:
Kl. 11.00 Verkstøð, har man kann gera afrikansk armbond, hár flætting, og smakki royndir av afrikanskum mati.
Kl. 12.00 afrikanskt barnaundirhald, trummudansur, søgur og sangur.
Kl. 13.00 Barnaprix vinnarin 2012. Súsanna Kjærbæk Poulsen
Kl. 13.30 Pop konsert við James Olsen
Kl. 14.00 tann stóra Skattaveiða, við m.a. Jan Gardar
Kl. 14.00 Ponnyríðing 14.00-18.00
Hetta siga fyrireikarar í dag.