Menninir handan lýsingina eru Petur Slyne á Effo og filmsmaðurin Thomas Koba. Leiklutin sum mariuhønan Sonhard hevur sjónleikarin Jákup Veyhe, vælkendur frá millum annað "Pipari og salti".
Lýsingin var fystu ferð at síggja fríggjakvøldið fyri einari viku síðani. Leygardagin var Sonhard úti á Facebook, og eftir fáum døgum var fjepparatalið hjá tí professionellu mariuhønuni uppi á 2.000.
Petur Slyne er yvirraskaður av framgongdini.
- Sjálvandi vónaðu vit, at Sonhard mariuhønan fór at gerast ein sukse. Um man brúkar Jákup Veyhe, rakar man ofta eitt ella annað, sum nokk ikki fungerar líka væl, um ein annar sjónleikari var í leiklutinum, greiður Petur Slyne frá.
Petur Slyne og Thomas Koba høvdu fleiri dýr á borðinum, tá lýsingin bleiv gjørd, men valið fall á mariuhønuna, eftirsum hon er eitt fitt og "eitt sindur kiksað" dýr.
Tað er eitt rák innan lýsingaheimin at nýta humor fyri at selja sína vøru. Petur Slyne sigur seg hava fingið íblástur til Sonhard frá danska starvsfelag hansara "Vupti".
Petur er eitt sindur loyndarfullur um framtíðina hjá Sonhard, men hann avnoktar ikki, at fleiri filmar koma um ævintýrini hjá tí professionellu mariuhønuni.
Fær Sonhard eina Sonhardinu?
- Tað er onkur av fjepparunum á Facebook, sum hava víst áhugað at blíva frú Sonhard, men eg veit ikki, hvussu tað verður við tí, sigur Petur Slyne.