Aftur avlýsing um Skopunarfjørð

Strandfaraskip Landsins boða í kvøld frá, at vegna veður og tekniskt arbeiði verður seinasti túrur hjá Teistanum av Gomlurætt í kvøld klokkan 20.

Aftur í kvøld noyðast sandoyggjafólk og onnur, sum ætlaðu sær í Sandoynna á tveimum teimum seinastu túrunum í kvøld, at setast aftur, tí Teistin hevur avlýst.

 

Strandfaraskip Landsins boða í kvøld frá, at vegna veður og tekniskt arbeiði verður seinasti túrur av Gomlurætt í kvøld klokkan 20 - og úr Skopun aftur klokkan 20.40.

 

Í fráboðanini verður lagt aftrat, at Teistin, sum vanliga altíð liggur í Skopun, verður liggjandi á Gomlurætt í kvøld.

 

Teistin er eisini sjúkraflutningsskip, og tí liggur hann vanliga í Skopun á nátt og er soleiðis ein ávísur tryggleiki hjá sandoyggjafólki.

 

Avlýsingin hjá Teistanum í kvøld merkir, at sandoyggjafólk, sum eitt nú arbeiða í røktini í høvuðsstaðnum ella sum í aðrar mátar hava ein langan arbeiðsdag í Havn, sleppa ikki heim aftur.

 

Siglt verður nevniliga ikki av Gomlurætt eftir ferðaætlanini klokkan 21.20 og klokkan 23.05.