Júst sum tekin vóru um frið í tí borgarakrígsherjaða sudanska landspartinum Darfur frættist frá hørðum bardøgum ímillum uppreistrarherin SLM og sudanskar stjórnarherin.
Leiðslan í SLM kunngjørdi í gjár, at uppreistrarmenn hava tikið valdið í einum býi, og at minst 80 stjórnarhermenn lógu eftirá. Herleiðslan í Khartoum váttaði seinni tíðindini, men vildi ikki siga, hvussu nógvir hermenn vóru falnir.
Annars vóru útlit fyri friði í Darfur, eftir at partarnir herfyri samdust um at fara til samráðingarborðið. Samráðingarnar eru í Nigeria, men mánadagin hóttu uppreistrarmenninir við at rýma, tí teir vildu vera við, at stjórnarherurin hevði lopið á fleiri øki, sum uppreistrarmenninir hava valdið í. Teir játtaðu kortini at halda fram við samráðingunum, eftir at teir høvdu fingið vissu fyri, at Afrikanski Eindarfelagsskapurin skuldi kanna, hvat veruliga var hent. Summar keldur halda, at tað eru partar av uppreistrarherinum, sum hava tikið vápn í hendi fyri at forkoma friðarsamráðingunum.
Borgarakríggið í Suðursudan hevur kostað nógv túsund mannalív, og sivilfólkið hevur liðið nógv undir krígnum. Fleiri túsund eru deyð, og fleiri hundraðtúsund eru flýdd frá húsi og heimi.