Aftur ein roynd at bróta inn í handil í Klaksvík

Aftur í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Klaksvík um, at onkur hevur roynt at sloppið sær inn í ein handil.

 

Herfyri visti løgreglan at siga, at onkur hevði roynt at fingið hurðina til Kafé Fríðu í Klaksvík upp við onkrum, sum kundi verið eitt kúbein.

 

Men, tað hevði ikki eydnast innbrotstjóvum at sleppa inn í kafé'ina. Løgreglan metti, at málið við innbrotinum helst hevur verið rúsdrekka.

 

Aftur í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Klaksvík um, at onkur hevur roynt at sloppið sær inn í ein annan handil.

 

- Manereað hevur verið við lásið í royndini at sleppa inn í handilin, men hetta var ikki eydnast, sigur vaktleiðarin.

 

Á løgreglustøðini søgdu tey í morgun, at í løtuni eru eingi spor at ganga eftir, men at eisini hetta málið í Klaksvík verður kannað.