Aftur ein tilburður við løgregluharðskapi

Í Los Angeles eru seks løgreglumenn ákærdir fyri óneyðugan harðskap, og tveir starvsfelagar teirra í Oklahoma verða væntandi eisini ákærdir

Bert tveir dagar eftir, at myndir frá einari harðligari handtøku í Los Angeles fóru um allan heimin, komu myndir frá einum líknandi tilburði í Oklahoma City á sjónvarpsskíggjarnar og í bløðini.
Hesaferð vístu myndirnar tveir løgreglumenn í ferð við at handtaka ein 50 ára gamlan svartan mann, Donald Pete. Maðurin er stórur á vøkstri og vigar 136 kilo, so tað var ikki lætt hjá teimum báðum løgreglumonnunum at fáa hann niður at liggja. Men við at sláa hann 27 ferðir við stavinum eydnaðist tað til endans.
Eins og í Los Angeles vistu løgreglumenninir í Oklahoma City ikki, at at handtøkan varð sjónband-að, og myndirnar eru síðani vístar um alt USA og aðrastaðni í heiminum. Løgregluovastin í Oklahoma City gjørdi skjótt av og bað alt fyri eitt samveldisløgregluna FBI kanna tilburðin.
Frammanundan kannar ein serlig nevnd tilburðin seinasta vikuskiftið, tá ein løgreglumaður sló ein 16 ára gamlan svartan drong í Los Angeles í høvdið, eftir at hann fyrst hevði stoytt høvdið á dronginum ímóti løgreglubilinum. Seks løgreglumenn eru nú ákærdir í málinum.
Amerikanska løgmálaráðið hevur boðað frá, at tann harðliga framferðin hjá løgregluni mett sum eitt sera álvarssamt mál, og John Ashcroft, løgmálaráðharri hevur sent ein av sínum fremstu mannarættindaserfrøðingum til Los Angeles at taka lut í kanningunum av tilburðinum har.