Aftur eitt mistak í Linate-floghavnini?

Vanlukkan, tá eitt lítið flogfar rendi á eini háhús í Milano hósdagin, stóðst kanska av einari misskiljing


Trý fólk doyðu, og umleið 60 fingu skaða, tá eitt lítið flogfar rendi á Pirelli-háhúsini í Milano um fimm-tíðina hósdagin. Eeldur kom í húsini, men tað eydnaðist rættiliga skjótt at basa eldinum.
Í gjár skrivaði Milano-blaðið Corriere della Sera, at nógv bendir á, at vanlukkan stóðst av einari misskiljing.
Blaðið skrivaði, at tá tann 67 ára gamli flogskiparin, Gino Fasulo, skuldi gera klárt at lenda í Linate-floghavnini, boðaði hann frá, at hann hevði trupulleikar við lendingartólunum. Á bandupptøkuni av samskiftinum millum flogskiparan og floghavnina hoyrist, at flogleiðslan bað flogskiparan halda seg tætt við floghavnina.
Júst um sama mundið bað ein tyrla um lendingarloyvi, men maðurin í flogtorninum í Linate bað tryluskiparan halda seg burtur frá floghavnini.
Í somu løtu svaraði Gino Fasulo, at hann hevði skilt boðini, og tað lítla flogfarið setti kós inn yvir Milano. Í torninum royndu teir at rópa á hann, men fingu einki svar.
Ein misskiljing í Linate floghavnini kostaði í fjør meiri enn hundrað mannalív, tá eitt flogfar hjá SAS og eitt lítið týskt flogfar stoyttu saman á breytini.