Aftur fimmmálstap fyri Íslandi í dag

Føroyska kvinnulandsliðið hevur leikt tveir virðismiklar venjingardystir undan HM-undanundankappingardystunum móti Kosovo

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti aftur í dag við fimm málum móti Íslandi.

 

Ígjár taptu Føroyar 23-28 (11-15) fyri Íslandi í høllini á Skála.

 

Í dag taptu Føroyar 22-27 fyri Íslandi í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

Ísland var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og var eisini á odda 15-8 í steðginum.

 

Tá 39 minuttir vóru farnir var Ísland á odda 20-10, men eftir tað megnaði føroyska liðið at skora 13 mál og bøta um úrslitið.

 

Maria P. Nólsoy gjørdi tað væl við at skjóta átta mál í dag. 

 

Fyri føroyska hópin hevur talan verið um tveir virðismiklar venjingardystir undan HM-undanundankappingardystunum móti Kosovo í Kosovo 3. og 5. november.

 

Tað staðfesti Sonni Larsen, landsliðsvenjari aftaná fyrra dystin á Skála í samrøðu við FM1 ígjár.

 

Føroyar-Ísland 22-27 (8-15) - Badmintonhøllin í Klaksvík.

 

Føroyar: Maria P. Nólsoy 8, Maria H. Weyhe 4, Lív B. Zachariassen 3, Brynhild Pállsdóttir 2, Jana Mittún 2, Marianna G. Eystberg 1, Pernille Brandenborg 1, Lív S. Poulsen 1. 

 

Ísland: Díana Dögg Magnúsdóttir 6, Sandra Erlingsdóttir 4/3, Steinunn Björnsdóttir 4, Andrea Jacobsen 3, Rut Arnfjörð Jónsdóttir 3, Katrín Tinna Jensdóttir 2, Thea Imani Sturludóttir 2, Aldís Ásta Heimisdóttir 1, Hafdís Renötudóttir 1, Perla Ruth Albertsdóttir 1

 

 

 

Føroyar-Ísland 23-28 (11-15) - Høllin á Skála 

 

Føroyar: Jana Mittún 6, Marianna G. Eystberg 6, Maria H. Weyhe 2, Súna K. Hansen 2, Lív S. Poulsen 2, Ninna Katrin Johansen 1, Rannvá Olsen 1, Pernille Brandenborg 1, Ingibjørg Olsen 1, Lív B. Zachariassen 1. 

 

Ísland: Sandra Erlingsdóttir 6, Andrea Jacobsen 5, Perla Ruth Albertsdóttir 5, Steinunn Björnsdóttir 4, Thea Imani Sturludóttir 2, Þórey Rósa Stefánsdóttir 2, Díana Dögg Magnúsdóttir 1, Elín Klara Þorkelsdóttir 1, Rakel Sara Elvarsdóttir 1, Rut Arnfjörð Jónsdóttir 1.