Aftur greytasvart í Vágum í dag

Tað er aftur mjørki í dag og floglíkindini eru ivingarsom

Aftur í dag er flogferðslan til og úr Føroyum tarnað av veðri.

 

Atlantsflog sigur í morgun, at flogførini, sum standa í Føroyum, fara umvegis Keypmannahavn til Ålborg og London .

 

Ferðafólk á RC450 til Keypmannhavnar verða umbókaði til hesi flogfør úr Føroyum.
 

Ålborg flogfarið RC480 og flogfarið til London RC410 fara hvørja løtu
 

Morgunflogfarið úr Keypmannahavn, RC451, er í løtuni yvir Føroyum og bíðar eftir líkindum..
 

Nærri boð um ferðsluna verða givin klokkan 10, sigur Atlantsflog.

 

Felagið heitir annars á fólk um at fylgja við á heimasíðuni, men myndin vísir, hvussu tað sær út í Vágum beint nú