Aftur hópuppsøgn hjá SAS

Skandinaviska flogfelagið fer at siga millum 1200 og 1500 úr starvi, og onnur skulu hava mini løn enn nú. SAS hevur júst almannakunngjørt, at felagið hevði 750 milliónir krónur í hallí eftir skatt í apríl ársfjórðingi, og at felagið skal spara hálva aðru milliard krónur í rakstrinum.

Spariætlanin fer millum annað at hava við sær, at millum 1200 og 1500 fólk verða søgd úr starvi. Herumframt krevur leiðslan, at tey, sum eftir eru, skulu fáa millum 10 og 20 prosent minni í løn og pensjón.

SAS sigur, at ferðafólkatalið við flogførum felagsins minkaði meiri enn 17 prosent í øðrum ársfjórðingi.