Video: "Eg veit, eg má fara"

"Eg veit, at eg kann." Eivør er byrjað, og fólkið tysjar oman á sandin at síggja og hoyra drotningina í heimbygdini. Sí eina sinematiska upptøku við Salt sum undirspæli.

Eivør Pálsdóttir er størsta tónleikanavnið, sum Føroyar hava elvað. Seinastu árini er hennara yrkisleið av álvara farin á flog í altjóða høpi. Hon er í heimsflokki, og tað hevur útheimurin av sonnum uppdagað. Í kvøld spælir hon í heimbygdini á G! festivalinum, meðan ljósið spakuliga svinnur, og áskoðararnir streyma móti havinum at hoyra drotningina, sum manar tey til sín.

 

##med2##

 


Lag: Eivør – Salt

Tekstur: Marjun Syderbø Kjelnøs

 

Saltið í kroppinum

Er havið í mær

Ein drukkin tíðarflóð

Ein sárur streymur

 

Og sjógvurin tyngist

Alt togar móti dýpinum

Eg veit eg má fara

Eg veit at eg kann

 

Í undirhúðargjáum

Fossar mín longsul

Grópar upp tíðina

Máar burtur óttan

 

Og sjógvurin tyngist

Alt togar móti dýpinum

Eg veit eg má fara

Eg veit at eg kann

 

Langt burtur úr landi

Hómi eg gráan av minnum

Lati aldurnar taka meg

Føli djúphavið darra

Havið er í mær

Er saltið í tárunum

 

Og sjógvurin tyngist

Alt togar móti dýpinum

Eg veit eg má fara

Eg veit at eg kann