Kanning: Føroyingar tvíbýttir í málinum um Russlands-sáttmálan

40 prosent siga ja til Russlands-sáttmalan, meðan 39 prosent siga nei.

Føroyingar eru ikki á einum máli um, hvørt vit skulu hava fiskiveiðisáttmála við Russland ella ikki. Samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn lovaðu undan valinum, at komu teir til valdið so varð eingin fiskiveiðusáttmáli gjørdur við Russland. Men hetta lyftið helt ikki, bæði í 2023 og í 2024 gjørdu Fiskimálaráðið nýggjan sáttmála við Russland – og í næstum verður tað helst tann triðið sáttmálin hjá sitandi landsstýrið gjørdur við Russland.

 

Spyr.fo hevur spurt føroyingar, hvat teir halda um hetta málið. Spurt verður soleiðis í kanningini:

 

Skulu Føroyar hava fiskiveiðiavtalu við Russland?

 

Taka vit allar veljarar undir einum, so ein størri minni luti fyri, at nýggjur sáttmáli verður gjørdur. 40 prosent svara í kanningini 'ja' til at gera nýggjan sáttmála, meðan 39 prosent siga nei.

 

Og taka vit støðuna hjá veljarunum hjá ymsu flokkunum, so er úrslitið hetta:

 

 

 

 
 

Fólka-flokkin

 
 

Sambands-flokkin

 
 

Javnaðar-flokkin

 
 

Sjálvstýri

 
 

Tjóðveldi

 
 

Framsókn

 
 

Miðflokkin

 
 

ja

 
 

67%

 
 

39%

 
 

14%

 
 

55%

 
 

28%

 
 

40%

 
 

50%

 
 

nei

 
 

15%

 
 

38%

 
 

66%

 
 

29%

 
 

53%

 
 

46%

 
 

33%

 
 

veit ikki

 
 

18%

 
 

24%

 
 

20%

 
 

16%

 
 

19%

 
 

14%

 
 

17%

 

 

Taka vit undirtøkuna í ávikavist samgongu og andstøðu, so vísir tað, at 24 prosent av veljarunumhjá samgonguni siga 'ja' til at gera fiskiveiðusáttmála við Russland, 57 siga nei og 19 prosent vita ikki.

 

Hjá andstøðuna er støðan tann øvugta. 54 prosent siga 'ja' til at gera sáttmála við Russland, 26 prosent siga nei, og 20 prosent vita ikki.

 

Taka vit so undirtøkuna í ymsu økjunum kring landið, so er úrslitið hetta:

 

 

 

 
 

Norðoyar

 
 

Eysturoy

 
 

Norður-streymoy/ Vágar

 
 

Tórshavnar Kommuna

 
 

Sandoy og Suðuroy

 
 

 

 
 

Tórshavnar Kommuna

 
 

Restin av Føroyum

 
 

ja

 
 

63%

 
 

46%

 
 

47%

 
 

29%

 
 

35%

 
 

ja

 
 

29%

 
 

47%

 
 

nei

 
 

19%

 
 

32%

 
 

39%

 
 

47%

 
 

49%

 
 

nei

 
 

47%

 
 

34%

 
 

veit ikki

 
 

18%

 
 

23%

 
 

14%

 
 

24%

 
 

16%

 
 

veit ikki

 
 

24%

 
 

19%

 

 

Støðan millum kvinnur og menn her hendan:

 

Kvinnur: 26 prosent ja, 43 prosent nei, 30 prosent vita ikki

 

Menn: 52 prosent ja, 36 prosent nei, 12 prosent vita ikki

 

Býtt á aldur er úrslitið hetta:

 

 

 

 
 

18 - 29

 
 

30 - 44

 
 

45 - 59

 
 

60 - 80

 
 

 

 
 

18 - 44

 
 

45 - 80

 
 

ja

 
 

48%

 
 

44%

 
 

40%

 
 

32%

 
 

 

 
 

46%

 
 

35%

 
 

nei

 
 

21%

 
 

36%

 
 

43%

 
 

49%

 
 

 

 
 

30%

 
 

47%

 
 

veit ikki

 
 

31%

 
 

20%

 
 

16%

 
 

19%

 
 

 

 
 

24%

 
 

18%