– Nú mugu vit taka annað skinn um bak!
Soleiðis skrivar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, á facebook í dag. Tað ger kann, eftir ein persónur hevur skrivað á Facebook soleiðis
»Fínt um foreldrini hjá Bjarna Kárason Petersen høvdu tikið abort í 12. viku, so høvdu Føroya fólk sloppið undan ognarskatti, og ein kempi hóp av eykagjøldum. Annars haldi eg generelt hjá øllum øðrum, at tað er í seinna lagi«
Ávíst kjak hevur tikið seg upp, eftir at ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt, sum varð kunngjørd her á in.fo í gjár vísti, at meirilutin av føroyingum vil hava, at kvinnur sjálvar skulu gera av, um tær taka fosturtøku til og við 12. viku í viðgongutíðni.
Lesið eisini: Ætla at leggja fosturtøkulógina fram aftur
Bjarni Kárason Petersen skrivar soleiðis:
Tað er alt ov ofta, at mann sær slíkar býttar og óumhugsaðar viðmerkingar á netinum.
Viðmerkingin særir meg ikki, tí eg havi fingið so nógvar líknandi viðmerkingar ígjøgnum árini.
Men eg havi altso bæði foreldur, maka og børn, sum kunnu síggja hetta ósakliga møsnið.
Og tað er ikki at siga til, at polariseringin økist, og politiskar hóttanir og harðskapur tekur seg fram, tá ið tónin er so fíggindaligur.
Og hvat skulu børnini hugsa? Tey, sum vit vaksnu ynskja at læra at ferðast og samskifta trygt á netinum? Hvønn skulu tey síggja upp til, tá vit sjálvi eru so vánalig til at halda ein góðan og siðiligan tóna?
Lesið eisini: Føroyingar taka undir fosturtøku til 12. viku
Eg velji at deila hetta nú, ikki tí at nakar skal taka synd í mær - og hetta er langt frá tað ringasta dømi - men tí at fólk mugu veruliga byrja at hugsa seg um, áðrenn tey skriva á netinum. Fleiri lesa við, enn mann heldur.
Ikki skriva nakað til ella um onkran, sum tú ikki vildi sagt, meðan tú stóð og hugdi teimum í eyguni.
Og lat okkum so taka góða tónan fram aftur!
Landsstýrismaður viðmerkir seinni hetta um tann, sum skrivaði viðmerkingina:
Viðkomandi hevur vent sær til mín persónliga og biðið um umbering. Tí fari eg at strika hansara navn úr uppslagnum. Øll kunnu gera mistøk.
Men eg haldi at boðskapurin er týdningarmikil, og tí verður uppslagið standandi.