Tað vísir ein spurnarkanning hjá Spyr.fo.
799 fólk hava svarað í kanningini, sum vísir, at 57 prosent av føroyum siga »ja« til spurningin, »Tekur tú undir við, at fosturtøka skal vera upp til einstøku kvinnuna at gera av til 12. viku av viðgongutíðini?
Kanniningin vísir, at tað eru veljarar hjá fýra flokkum, sum siga greitt ja. Teir fýra flokkarnir eru:
Sambandsflokkurin:52% ja, 36% nei, 9% veit ikki
Javnaðaflokkurin:82% ja, 11% nei, 7% veit ikki
Tjóðveldi:83% ja, 7% nei, 10% veit ikki
Framsókn:92% ja, 8% nei, 0% vit ikki
Veljarar hjá trimum flokkum siga nei. Teir eru:
Fólkaflokkurin: 32% ja, 60% nei, 9% veit ikki
Sjálvstýri: 17% ja, 70% nei, 10% veit ikki
Miðflokkurin: 2% ja, 98% nei, 0% veit ikki.
Býtt millum samgongu og andstøðu er býtið soleiðis:
Samgongan:84% ja, 9% nei, 7% veit ikki
Andstøðan: 37% ja, 54% nei, 9% veit ikki.
Í kanningini er eisini spurt eftir, hvørjum øki í landinum fólk búgva – og hvat tey halda um málið:
Norðoyggjar: 35% ja, 54% nei, 9% veit ikki
Eysturoy: 46% ja, 46% nei, 7% veit ikki
Norðurstreymoy og Vágar: 64% ja, 27% nei, 9% veit ikki
Tórshavnar kommuna: 65% ja, 25% nei, 9% veit ikki
Sandoy og Suðuroy: 64% ja, 29% nei, 7% veit ikki
Og býtt millum Tórshavnar kommunu og restina av landinum:
Tórshavnar kommuna: 65% ja, 25% nei, 9% veit ikki
Restin av Føroyum: 51% ja, 41% nei, 7% veit ikki
Og verður tá spurt verður millum kvinnur og menn:
Kvinnur: 63% ja, 30% nei, 7% veit ikki
Menn: 52% ja, 38% nei, 10% veit ikki.