Tíðindaskriv:
Eysturoyar Seyðahundafelag skipar fyri tveimum spennandi kappingardøgum í Funningsbotni hetta vikuskiftið. Hettar er ein partur av FM-kvalifikatiónskappingunum til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.
Leygardagin 1. novembur verður kappast í klassa 3, sum er tann hægsti og mest avbjóðandi klassin í seyðahundakappingum. Kappingin byrjar kl. 08:00, og 20 hundar eru tilmeldaðir. Luttakarar eru fleiri av bestu seyðahundunum í landinum, og spennandi verður at síggja, hvussu FM-støðan broytist eftir hesa kappingina.
Sunnudagin 2. novembur verður kappast í klassa 2 og klassa 1, sum eru unghundaklassar, har nýggjir, og royndir, hundar fáa møguleika at vísa síni evni. Hetta er ein góður møguleiki at síggja komandi stjørnur innan seyðahundasportin.
Leygardag 01/11-2025
Banagjøgnumgongd er kl. 08.00
Sunnudagin 02/11-2025:
Banagjøgnumgongd er kl. 08.30
Klassi 2: byrja verður kl 09.00
Klassi 1: byrja verður, tá ið klassi 2 er liðugur.
Eysturoyar Seyðahundafelag takkar bóndanum í Funningsbotni fyri, at lata økið til kappingina og fyri gott samstarv. Uttan tykkara stuðul hevði hetta ikki verið gjørligt. Øll eru vælkomin at hyggja!











