Ætla at leggja fosturtøkulógina fram aftur

Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, sigur, at arbeitt verður við at leggja fosturtøkulógina fram aftur

Tingfólk, bæði í samgongu og andstøðu, arbeiða við at leggja fosturtøkulógina fyri Løgtingið. Eyðdis Hartmann Niclasen verður ein av uppskotstillarunum, og hon sigur, at hetta er eitt kvinnurættindamál.

 

– Vit arbeiða tvørpolitiskt. Tingfólk bæði úr andstøðu og samgongu eru við, sigur hon.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen veit ikki at siga júst, nær málið verður lagt fram, men hon vónar at tað verður skjótt.