Talan er um grønlendska trolaran Tassilaq, har tað var ein ramur roykur, sum vísti seg at vera av einum leka av ammoniakki, sum verður brúkt til frystiútgerð.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan er um ein ventil, sum lekur. Eingin vandi er á ferð, men tey heita á fuglfirðingar, sum búgva nærhendis havnarlagnum, um at hava vindeygu og hurðar aftur.