Stjarnan tapti stórt úti í Heimaey

Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir máttu leggja rygg til tíggjumálstap

Mynd: Harald Bjørgvin

Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni spældu í kvøld dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli úti á Heimaey tapti Stjarnan greitt 27-37 fyri heimaliðnum, ÍBV sum var á odda 19-15 í steðginum. Jóhannes var noteraður fyri eitt mál. 

 

Stjarnan hevur aftaná tveir teir fyrstu dystirnar enn fyrsta stigið til góðar. 

 

Í annaðkvøld klokkan 18 hava Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram heimadyst móti Þór Akureyri.

 

 

 

Mynd: Harald Bjørgvin