Marin Strøm, sum er lektari í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, segði soleiðis í grundgevingini fyri, at Ulrike Steuerwald nú er blivin heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya:
Ulrike Steuerwald fekk læknaprógv í Freiburg í 1982 og ph.d-heiti frá sama universiteti í 1984. Hon gjørdist serlækni í barnasjúkum í 1992 og master í almannaheilsu í 2000.
Stutt eftir, at hon í 1993 á fyrsta sinni kom til Føroya, varð hon sett í starv sum barnalækni á Landssjúkrahúsinum, og frá 2000 til í dag hevur hon verið parttíðar seniorgranskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum nú er Heilsugranskingareindin í Sjúkhúsverkinum. Samstundis hevur hon havt parttíðarstarv sum serkøn í viðføddum stoffskiftissjúkum í Hannover.
Hon hevur í sínum granskingarvirksemi kannað túsundtals føroysk børn, og ein megintáttur hennara hevur verið at greina menningarstigið av miðnervalagnum hjá teimum so neyvt, at tað kann brúkast til vísindaligar niðurstøður. Hetta hevur hon gjørt við merkisverdum nærlagni og toli. Ulrike hevur verið sera væl lýdd, og foreldur eru komin til kanningar við børnum sínum mangan bara við tí fyri eyga, at fáa júst hana at kanna tey. Ómetaliga orku og tíð hevur hon brúkt til at ráðgeva familjum við torskildum og ofta viðføddum sjúkum. Nakrar arvaligar sjúkur eru rárar úti í heimi, men vanligar hjá okkum, og fleiri slíkar hevur Ulrike lagt undir sín lupp við ovurhonds stórum virkisfýsni.
Somuleiðis hevur hon lagt dent á almenna upplýsing og hevur skipað fyri fundum og serligum ráðstevnum, har altjóða úrmælingar eisini hava luttikið. Alt hetta eyka arbeiðið hevur hon í áravís gjørt sjálvboðin og uttan samsýning. Ulrike er framvegis virkin og stendur nú á odda fyri granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at finna hættir til skjóta sjúkustaðfesting og viðgerð av styttari fastutoleransu (idiopatiskari hyperketosu), sum vaksandi tal av føroyingum, fyri tað mesta børn, fáa.
Við hesum vilja vit á føroyska universitetinum tilnevna fjølgávaðu Ulrike Steuerwald, sum hevur víst Føroyum so stóran tokka og trúfesti, heiðursdoktara við Fróðskaparsetur Føroya.
##med2##
Andras Mortensen, sum er lektari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildini, las grundgevinginaa fyri, at Guðni Thorlacius Jóhannesson skuldi gerast heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya:
Guðni Thorlacius Jóhannesson fekk ph.d.-heiti í søgu frá Queen Mary University of London í 2003, og doktararitgerð hansara var um torskakríggini í tíðarskeiðinum frá 1948 til 1964.
Hann var tímalærari í søgu við Háskóla Íslands 1996-1998 og 2004-2007, post. doc. við Háskóla Íslands 1996-1998 og 2004-2007, og lektari við Háskólan í Reykjavík 2007-2010. Frá 2010 - 2012 var hann granskingarlimur við Reykjavíkur Akadmían og sjálvstøðugur søgufrøðingur. Í 2013 gjørdist hann lektari við sagnfræði- og heimspekideild Háskóla Íslands.
Í tíðarskeiðinum 2016 til 2024 var hann forseti Íslands. Tá ið hann fór úr forsetaembætinum, tók hann við professarastarvi á Háskóla Íslands, sum hann varð tilnevndur til í 2016. Í 2025 fekk tann heiður at verða tilnevndur Jón Sigurðssons professari.
Á starvsleið síni hevur hann hann sæð virði í útnorðursamstarvi og hevur saman við millum øðrum føroyskum søgufrøðingum verið við til at skriva felags søguna hjá londunum í útnorðri. Hann hevur givið út fleiri bøkur og greinir, bæði á íslendskum og enskum, um evni sum íslendsku toskakríggini, kalda kríggið, íslendsku fíggjarkreppuna og altjóða politikk.
Hann hevur harumframt verið ein týðandi luttakari á altjóða ráðstevnum og fingið fleiri virðislønir og granskingarstuðul frá virðiligum stovnum. Guðni er eisini ein dugnaligur miðlari, ið dugir at leggja fram truplar spurningar á greiðan og viðkomandi hátt.
Við hesum vilja vit á føroyska universitetinum tilnevna Guðna Thorlacius Jóhannesson heiðursdoktara við Fróðskaparsetur Føroya.
##med3##