Hetta hevur verið ein góð vika hjá Martini Agnarssyni.
Mánakvøldið fekk hann fyrsta landsdystin frá dystarbyrjan, og hann gjørdi sigursmálskjútti, tá Føroyar í HM-undankappingardysti á útivølli vunnu 1-0 á Gibraltar.
Í kvøld spældi Martin allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad á útivølli leikvøllinum á Østerbro í Keypmannahavn vunnu 3-1 á B93 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tað var annars B93 sum legði seg á odda í 29. minutti, men fýra minuttir seinni javnaði Magnus Kirchheiner til 1-1. Fyrsta korterið av seinna hálvleiki syrgdu Kasper Andersen og Simon Bækgaard við hvør sínum máli fyri, at Aarhus Fremad vann dystin 3-1.
B93 hevði bóltin 54 prosent av tíðini, og liðini høvdu bæði seks royndir innanfyri málrammurnar, men teir hjá Aarhus Fremad vóru neyvari.
Aarhus Fremad er nummar seks í deildini við 12 stigum fyri níggju dystir. Teir hava trý stig upp til oddaliðið, Lyngby sum hevur 15 stig.
Í triðbestu deildini vann liðið hjá Hørði H. Askham Roskilde FC stórsigur, 4-1 (3-1) á AB á heimavølli. Heldur ikki hesaferð slapp Hørður at vera við frá dystarbyrjan.
Roskilde er næstfremst í deildini við 13 stigum. Thisted er fremst við 14 stigum.