Hanus og liðfelagarnir vunnu triðja dystin á rað

NK Triglav hevur veruliga fótað sær

Hanus Sørensen var við frá dystarbyrjan, tá NK Triglav á útivøll spældi dyst móti Rudar í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini.

 

Triglav vann ein trivaligan 3-0 sigur. Í steðginum var støðan 2-0. Í fyrra hálvleiki syrgdu Marin Magdic og Kristian Dakic fyri málunum. Í seinna hálvleiki staðfesti Jakob Cukjati sigurin við einum máli upp á brotsspark.

 

Triglav hevur fótað sær, og hetta var triði sigurin á rað hjá teimum. Triglav er nummar fimm í deildini við 12 stigum fyri seks dystir. Seks stig eru upp til oddaliðið, Grosuplje sum hevur fult stigatal, 18 stig fyri seks dystir. 

 

Liðið sum endar fremst aftaná lokið kappingarár flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Liðið sum endar næstfremst spælir dystir móti næstaftasta liðnum í bestu deildini.

 

Leygardagin 20. september hevur Triglav dyst á heimavølli móti botnliðnum, NK Krka.