Klokkan 15 hava Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG torføran útidyst á útivølli í Gigantium høllini í Aalborg móti verandi meistarunum.
Bæði liðini hava fýra stig aftaná tvey tey fyrstu umførini, men Aalborg hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.
Til ber hjá hondbóltsáhugaðum at síggja toppdystin í Aalborg. Dysturin sæst á TV2, ið sæst hjá Televarpinum.