Í nátt eru trý fólk dripin í russiskum álopum á ukrainsku regiónina, Sumy, sum hevur mark til russisku Kursk-regiónina.
Guvernørurin í regiónini, Oleh Hryhory, upplýsir, at tríggir íbúgvar í Sumy - ella nærindis Sumy - vórðu rakt í russiskum dronu-og rakettálopi.
Haraftrat eru fimm fólk í økinum særd í russiska álopinum.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at russiski herurin roynir at bróta ígjøgnum ukrainskar verjuskansar ymsastaðni á 1000 kilometrar langa markinum millum londini.
Russar hava soleiðis eisini í fleiri mánaðir roynt at fingið fótafesti í Sumy-regiónini, og tað hevur eydnast at taka onkrar smábygdir í økinum.
Men, her hava russar ikki havt nøkur munandi frambrot.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at russisku royndirnar at taka seg inn í økið eru miseydnaðar, og russiski herurin hevur mist nógv herfólk í bardøgunum.