- Eg eri ikki tingmaður í løtuni. Jaspur Langgaard hevur mítt mandat, so sessurin er fyribils hansara, og tað er hann, sum má svara spurninginum.
Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, tá vit spyrja hann um hansara støðu til fosturtøkumálið, sum kanska verður lagt fram aftur av nøkrum tingfólkum.
Ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt, vísir, at 57 prosent av føroyingum taka undir við, at fosturtøka verður upp til einstøku kvinnuna at avgera til 12. viku av viðgongutíðini.
- Nei, eg tími ikki at svara hasum spurninginum, nú eg eri í farloyvi og ikki eri politikari í løtuni. Hatta er ein spurningur, sum maðurin, ið hevur mítt mandat, má svara.
Kaj Leo leggur aftrat, at soleiðis er politiska skipanin.
Spurdur, nær hann væntar at gerast tingmaður aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at hetta veldst um, hvussu likamliga støðan verður.
- Eg fari niður til Glostrup til intensiva venjing, har vant verður hvønn dag, og so fáa vit at síggja, hvussu førleikarnir verða.
Løgtingsmaðurin í farloyvi, sum eisini hevur verið Føroya løgmaður og landsstýrismaður, sigur, at tað avgjørt er hansara mál at taka tingsessin aftur.
- Eg havi skilt, at umbyggingarnar í løgtinginum, sum skulu gera tað møguligt at møta í koyristóli - eisini á tingsins røðarapalli - verða lidnar í januar.
Kaj Leo Holm Johannesen leggur aftrat, at hann sær fram til, at atkoman hjá øllum í Føroyum, sum hava tørv á koyristóli, verður lættari og eisini ein sjálvfylgja.